Feløgini eru so smátt farin at fyrireika seg til komandi kappingarár. Síðsta vikuskiftið frættist, at HB og Heine Fernandez høvdu longt sáttmálan við einum ári, og Ove Flindt Bjerg hevur eisini boðað frá, at hann møguliga er áhugaður at halda fram í KÍ.
Nú hevur GÍ so boðað frá, at Krzysztof Popczynski framhaldandi fer at vera leikandi venjari hjá besta GÍ-liðnum. Partarnir hava gjørt ein tvey ára sáttmála.
Hetta er triðja árið, at Popczynski er í GÍ. Hann byrjaði í 2002 sum spælari, og seinastu tvey árini hevur hann verið leikandi venjari hjá Gí. Áður hevur Krzyszof Popczynski spælt í VB, har hann gjørdist Føroyameistari við vágbingum í 2000.
Kennir seg sum Sysifos
Krzysztof Popczynski er sjálvur fegin um, at samstarvið við GÍ kann halda fram.
? Málið er, at menningin av liðnum kann halda fram komandi kappingarár. Eg royni at menna ungar leikarar við at geva teimum royndir í 1. deild, og soleiðis kunnu vit spakuliga menna liðið og røkka betri úrslitum, sigur venjarin úr Póllandi.
GÍ hevur seinastu árini havt trupulleikar við, at stór frágongd hevur verið eftir hvørt kappingarár, og hetta hevur gjørt arbeiði hjá venjaranum torført.
? Eg kenni meg onkuntíð eins og Sysifos, sum roynir at rulla ein stein niðan eftir fjallasíðuni, sigur Popczynszki og sipar til kongin Sysifos í grisku mytologiini, sum varð dømdur at rulla ein stein úr eini gjónni Tartaros í deyðaríkinum til ævigar tíðir. Hvørja ferð hann hevði rullað steinin niðan, rullaði steinurin omanaftur í gjónna.
Men í ár verður frágongdin neyvan eins stór, og hon var í fjør, tá Bartal Eliasen, Bárður á Lakjuni, Janik og Símun Samuelsen fóru úr felagnum eftir kappingarlok. GÍ hevur tó mist tríggjar leikarar í summarsteðginum. Magnus Skoralíð og Høgni Madsen eru farnir til ávikavist LÍF og ÍF, og Leivur Hansen er farin til Danmarkar at nema sær útbúgving.
Nevndin er nøgd
? Krzysztof fekk uppgávuna at byggja eitt nýtt lið upp, eftir at leikararnir frá teimum gyltu nítiárunum hava lagt skógvarnar á hillina. Nú er tað bara Pól Ennigarð eftir frá liðnum, sum vann fýra meistaraheiti á rað frá 1993 til og við 1996, greiðir formaðurin í GÍ, Jógvan Gregersen, frá.
GÍ liðið er í dag mest mannað við ungum leikarum, sum eru uppvaksnir í felagnum, og tað hevur verið uppgávan hjá Krzysztof at menna hesar leikararnar til 1. deildarspælarar.
? Framgongdin hevur verið eyðsýnd í hesum tíðarskeiði, og 1. lið liggur í dag á einum 4. plássi, og møguleikarnir fyri heiðursmerki eru framvegis til staðar. Felagið er nøgt við framgongdina og sær góðar møguleikar við hesum unga liði og metir tískil, at tað er natúrligt at leingja samstarvið við Krzysztof Popczynski, sigur Jógvan Gregersen
Nevndin fegnast um at hava longt sáttmálan við Krzysztof Popczynski, tí tað skerst ikki burtur, at hann er ein tann fremsti leikarin og venjarin her á landi. Eisini er venjaraspurningurin loystur í góðari tíð, so at arbeiðsfriðurin er tryggjaður, og leikarar og nevnd kunnu konsentrera seg um komandi kappingarár.