G-punktið aftur í ár

Ymiskt er, hvussu nógv tey ymisku gera burtur úr sínum tjaldi á tjaldingarøkinum á G! festivalinum. Nakrir dreingir, ið gera nógv burturúr, eru teir handan ’G-punktið’.

- Vit hava verið fast inventar á tjaldingarøkinum líka síðan 2006, tá vit vóru her á fyrsta sinni, sigur oyramaðurin Dávur Emil Johannesen.

- Eg haldi, at okkara leirur má vera ein tann kendasti í G! høpi. Vit royna at gera nógv burturúr hvørja ferð, sigur Svenn Arni Ellingsgaard av Norðskála.

Sundalagsmenninir hava tó eina lítla ábreiðslu til trygdarpolitikkin hjá festivalinum í ár.

- Í ár eru trygdarkrøvini órímiliga strang. Nakrir okkara høvdu keypt eina rúgvu av útgerð, so vit kundu byggja ein enn og betri leir í ár, men týsdagin fingu vit at vita, at vit ikki sluppu at hava nakað av tí við okkum, sigur Pól Jóhannus Jensen av Oyri.

- Orsøkin er, at á einum festivali í Norra kom eldur í ein leir, og nakrar gentur doyðu, tí teir vóru fastar og sluppu ikki út. So á ein hátt skilja vit tað, og vit hava keypt eina pavalion í staðin, sum nokk skal vera góð, sigur Bárður Láadal úr Hvalvík.

Stemning klára menninir úr Sundalagnum ið hvussu so er at skapa.

- Vit hava tríggjar guitarar og tvær munnharpur í leirinum. So tað verður sungið og spælt frá morgni til myrkurs, sigur Hans Joensen av Oyri.

- Ja, tað er ordiligt lív í. Satt at siga vænti eg, at vit fara at vera nógv meira á tjaldingarøkinum enn á festivalinum, sigur Leo Joensen av Oyri.