Góð ráð móti H1N1

Á middegi fóru Føroyar upp í tilbúgvingarstig 6. Í hesum sambandið hevur føroyska heilsuverkið gjørt eina leiðbeining við góðum ráðum til fólk Føroysku heilsumyndugleikarnir hava í samstarv við danska Heilsustýrið gjørt eina leiðbeining við góðum ráðum hvussu ein kann minka um vandan at verða smittaður og smitta onnur.

? Vaska hendurnar ofta

Influensavirus setir seg á hendurnar og spjaðir seg við hondheilsan og av hurðahondtøkum. Tí verður rátt til at vaska hendurnar ofta og við sápu.

? Hosta ella njósa í ermuna

Influensavirus smittar, sum smáir dropar frá hosta, njósa og líknandi. Legg útyvir munnin og nøsina, tá tú hostar ella njósar. Nýt einnýtis lummaklút ella ermuna í staðin fyri hondina.

? Verð heima, um tú ert sjúk/ur

Influensa spjaðir seg skjótt í skúlum, á arbeiðsplássum og stovnum. Ring til lækna í staðin fyri at møta upp í bíðirúminum ella á sjúkrahúsinum.

Serligir vandabólkar

Hevur tú niðursett lungavirkni, astma, hjartasjúku, diabetes ella niðursetta immunverju skal tú verða serliga ansin. Um so er skal tú seta teg í samband við egnan lækna, um tú ella onkur í húsinum fáa influensa.

Barnakonur, sum fáa influensusjúkueyðkenni og foreldur at børnum undir 5 ár við influensueyðkennum skulu seta seg í samband við lækna.

Influensa A (H1N1) er eitt nýtt virus, sum upp á stutta tíð hevur spjatt seg um allan heimin. Í allar flestu førum er sjúkan mild og hæsar av eftir fáum døgum. Kortini er tað týdningarmikið at avmarka smittuna.

Les meira um Influensu A (H1N1) á www.hmr.fo