ÚTISETALÍV
Søgan hjá mær og mínum líkist søguni hjá túsundtals øðrum føroyingum. Sum hjá so mongum var ætlanin bert at vera uttanlands í mesta lagi trý til fimm ár, til útbúgvingin – í hesum føri hjá gentu míni – var liðug. Og skuldi heimlongsulin gerast alt ov stórur, hevði eg mítt eitt ára farloyvi í arbeiðinum at halda meg til, og harvið møguleikan at venda nøsini heimaftur longu árið eftir.
Hetta var tó ongantíð nær við at gerast aktuelt, tí frá fyrsta degi stórtrivust vit í danska høvuðsstaðnum.
Landið virkar sera væl, fólkið er lætt at samskifta við og veðurlagið er lutfalsliga gott – ja, í mun til okkara, enntá sera gott.
Sjálvur hevði eg mína útbúgving, tá vit fóru avstað, men tá gentan og seinni kona mín gjørdist liðug við sína útbúgving eftir sløk seks ár, fekk eg sjálvur hug til at royna nakað annað.
Eg hevði tá verið í fíggjarvinnuni í eini 13-14 ár – harav tveir triðingar í Føroyum – men var so smátt byrjaður at hugsa um at skifta kós í arbeiðslívinum og fara fjølmiðlavegin. Hetta gjørdist veruleiki sama ár, sum gentan var liðug at lesa, tá eg kom inn á journalistútbúgving í Århus. Sostatt komu fýra ár at leggjast afturat teimum fyrstu seks, og harvið komu vit upp á 10 ár. Og sum liðugt útbúgvin, er gott at fáa eitt sindur av vinnuroyndum við sær, sjálvt um nógv venda nøsini heimaftur til Føroya, so skjótt útbúgvingin er liðug.
Gevandi tíð
Árini í Danmark vóru góð, men onkursvegna ert tú eitt sindur fremmandgjørdur og kennir á tær, at tað ikki er her tú hoyrir heima. Tí tú ert útlendingur. Og hetta hevur onki við Danmark at gera, tí valla finnur tú nakað annað land í heiminum, har livikorini eru betri fyri fjøldina av íbúgvunum. Í eini kanning fyri nøkrum mánaðum síðani, vóru danir eisini kosnir sum tað eydnuríkasta fólkið í heiminum. Hóast hetta kanska sigur meir um, hvussu torfør eydnan er at hava við at gera, enn um danir sjálvar. Tí sanniliga finnast nógvar óeydnusamar sálir har, eins og tað gerast her hjá okkum og alla aðrastaðni.
Well, tað var nú ikki júst hetta, eg ætlaði at viðgera á hesum linjum, men sum áður nevnt, hvønn leiklut føðilandið spælir í lívi tínum. Tað er her tú ert føddur, fært mál og mentan inn við móðurmjólkini, veksur upp, hevur tína familju og fært tínar fyrstu og kanska bestu vinir. Hetta er lagnan hjá flestu av okkum, og hesum er heldur onki skeivt í.
Men hvussu tætt vit eru knýtt at nærumhvørvinum, er helst ymiskt frá persóni til persón og frá familju til familu. Og um tað er útferðarlongsul, ella tí tað gerst ov trongligt í dunnuhylinum, ja, tað er ikki altíð til at vita. Fyri okkum føroyingar og onnur smá og avskorin oyggjasamfeløg er tað eisini galdandi, at vit hava so avmarkaðar útbúgvingar-møguleikar, at tað tvingar stóran part av ungdóminum, ið vil nema sær útbúgving, at leita sær uttanlands.
Summi fella kanska ongantíð til og venda heimaftur lutfalsliga skjótt, men fyri tey flestu er tann fyrsta tíðin bæði spennandi og avbjóðandi. Hetta blívur ikki við at vera so, og tað er tá dagurin av álvara gerst gerandisligur, at tú skalt gera upp við teg sjálvan, um tað er her, tú vilt vera.
Eftir 17 árum í Danmark flutti familja okkara fyri góðum tveimum árum síðani aftur til Føroya.
At tað gjørdust so nógv ár í útlegd – og her skal undirstrikast – frálík ár í sunnasta partinum á kongaríkinum, hevur sína heilt natúrligu orsøk.
Hví koma aftur
Vit verða javnan spurd – serliga ta fyrstu tíðina – hví vit valdu at flyta heimaftur. Ella hví vit nústaðni valdu at koma aftur.
Sjálvandi hava vit eisini spurt okkum sjálvi. Ikki bara hesi seinastu tvey árini, men eisini tey árini, vit búðu niðri. Men hví skuldu vit tað; vit høvdu tað gott og høvdu góð arbeiði. So hví flyta aftur til verri veður, verri løn, hægri liviútreiðslur, hægri útreiðslur til feriur uttanlands, og har slaturin trívist betri enn gott er og so víðari og so víðari.
Jú, tí Føroyar er og verður okkara land – um vit vilja tað ella ikki. Tað er her vit hoyra heima og eisini kenna okkum heima.
Eitt ynski um at børnini læra føroyskt og føðiland okkara at kenna, spældi eisini ein stóran leiklut. Sum foreldur lá avgerðin í okkara hondum, men um bert fá ár lá hon ikki longur hjá okkum, men hjá børnunum sjálvum – um vit skuldu hava tey við, væl at merkja, tí sjálvandi kanst tú altíð flyta. Trupulleikin er oftani tíðspunktið, sum kanska ongantíð tykist tað rætta.
Tað vil altíð liggja ein ivi í bakhøvdinum; tí tú veist, hvat tú sigur farvæl til, men ikki altíð, hvat tú sigur góðandag til.
Men, men, men Føroyar er mítt land, og soleiðis verður tað.