Leygardagin klokkan 11.00 verða fyrilestrar á Hotel Føroyum um grønmetisframleiðslu.
Tiltakið varar til klokkan 15 og tað er alment og tað er ókeypis og tað er ikki neyðugt at melda til.
- Hetta er eitt tiltak fyri øll, ið hava áhuga í at fara undir onkra grønmetisframleiðslu ella møguliga at keypa føroyskt grønmeti, ella bara hava áhuga í at hoyra um tað, siga fyrireikararnir.
Á tiltakinum fer Søren Wiuff, grønmetisframleiðari í Danmark, at siga frá sínum royndum við hesi framleiðslu.
Hann er landbúnaðarfrøðingur og bóndi og dyrkar gourmet grønmeti til heimsins bestu matstovu, sum er NOMA í Keypmannahavn, og aðrar av fremstu matstovum í Danmark .
Hann hevur alla tíðina eitt tætt samband við matstovurnar fyri at vita hvørjum tær hava brúk fyri.
Leif Sørensen, sum er kokkur á Hotel Føroyum, fer at siga eitt sindur um, hvørjum grønmeti tey eru áhugaði at fáa hendur á og frá royndunum, tey hava havt við føroysku jarðberunum og øðrum føroyskum rávørum, sum tey hava nýtt á matstovuni í ár.
Eisini fer hann at siga nøkur orð um marknaðin fyri hesa framleiðslu og marknaðarføring av henni.
At enda fara Rólvur Djurhuus, landbúnaðarráðgevari og Sigga Rasmussen, at siga frá um møguleikar og royndir við at velta ymiskt grønmeti í Føroyum.