Góð ráð um tú fær krím

Krímsjúka – ella influensa ella bara krím – er vanlig um veturin.
Krím er tann vanligasta av øllum sjúkum; hon smittar lættliga millum fólk við dropasmittu við hosta ella nýsan. Sjálvdan varir kímsjúka longur enn eina viku.

Krím er orsaka av influensa- ella krímvirus, sum setur seg í munn, nøs, háls ella lungu. Hjá frískum børnum, ungum og miðaldrandi gongur sjúkan sum oftast skjótt yvir. Men hjá eldri fólki yvir 65 ár og fólki við sukur-, hjarta-, lungna- og nýrasjúkum kann krímsjúka verða lívshættislig. Tí eiga fólk í hesum vandabókum at lata seg koppseta fyri krím á hvørjum heysti hjá lækna.


Hvat kann gerast?

Fært tú krím, fær so í song, drekk ríviligt av vætu, og tak um neyðugt parasetamol fyri at linna fepur og pínu.

Fyri sáran háls fáast súgvitablettir, sum virka lokaldoyvandi í hálsinum.

Fyri høvuðpínu kann ein taka pínutablettir, ið innihalda paracetamol. Børn kunnu eisini fáa paracetamol, men best er at tosa við lækna um hetta. Pínustillandi til børn fæst í tablettum, súgvitablettum, sevju ella stikpillarum.

Fyri turran hosta fáast hostadoyvandi tablettir ella sevja.

Heimaráð, sum t.d. at drekka Kamillute, eta C-vitaminir, Echinamindropar og hvítleyk vísir seg at hjálpa fyri krím hjá nøkrum. Tað er tó ikki dokumenterað at hesi hjálpa.


Góð ráð

Tá ein hevur krím, eigur ein ikki at verða ov strongdur, tí tað kann versna um krím.

Roykur frá tubbakki kann leingja um krím og serliga hjá børnum.

Drekkið altíð nógv, tá ið tygum hava krím, t.d. heita mjólk við húnangi, juice, vatn o.a.


Krím smittar illa, tak tí hesi fyrivarni:

* Snýs tær við pappírsklútum og bein teir burtur beinanvegin

* Halt fyri munnin tá tú hostar ella nýsu

* Vaska tær ofta um hendurnar

* Lat vera við at rætta hond.


Far til lækna

Sjúkueyðkennini av krími hvørva sum oftast aftaná eina viku ella so, og tá er ikki neyðugt at fara til lækna. Um sjúkueyðkennini vara í meira enn eina viku og um ein fær fepur ella um ein afturvendandi hevur krím, eigur ein at fara til lækna, at vera kannaður nærri.

Kelda: Apotek.fo