BÓKMENTIR
Grundgevingin hjá dómsnevndini er hendan:
Oceanen er eitt hav av orðum, ein kann lata seg falla í lata seg verða sveipaðan av. Hon fevnir um eitt lív og eina poesi, sum enn er livandi, sum ikki er liðug, og sum enn er leitandi. Við inniligari neyðsyn skrivar Sonnevi skaldskap, sum er í samrøðu við politisk og sosial fyribrigdi eins og persónligar spurningar um skyld og ábyrgd.
Bókmentavirðislønin er latin síðani 1962. Í 1965 fekk William Heinesen virðislønina fyri skaldsøguna Det gode håb saman við svianum Olof Lagercrantz, og í 1986 fekk Rói Patursson hana fyri yrkingasavnið Líkasum.
Eingin føroyingur var innstillaður í ár.
Hesi vóru innstillað í ár:
Danmark Claus Beck-Nielsen:
Selvmordsaktionen. Beretningen om forsøget på at indføre Demokratiet i Irak i året 2004, Skaldsøga/prosa
Thomas Boberg : Livsstil, yrkingar
Finnland Asko Sahlberg: Tammilehto (Eklunden), skaldsøga
Fredrik Lång: Mitt liv som Pythagoras, skaldsøga
Ísland Auður Jónsdóttir: Fólkið i kjallaranum (Dem i kælderen), skaldsøga
Kristín Marja Baldursdóttir: Karitas, án titils (Karitas, utan titel),
skaldsøga
Noreg Edvard Hoem: Mors og fars historie, skaldsøga
Øivind Hånes: Pirolene i Benidorm, skaldsøga
Svøríki Lotta Lotass: skymning:gryning, skaldsøga
Göran Sonnevi: Oceanen, yrkingasavn
Grønland Julie Edel Hardenberg: Den stille mangfoldighed, myndapoesi
Sámiska máløkið Jovnna Ande Vest: Arbbolaccat 3 (Arvingene 3),
skaldskapur