Gírig ella genial...?

Kennir tú slagið?

Mangan verður flent eftir teimum, sum liva so sparið, at tey næstan ikki unna sær lívið. Minnist gomlu grannakonuna, sum goymdi steikimargarinið á pannuni og blandaði vatn í mjólkina, sum skuldi á havragreytin.

Men kunnu vit í proppmetta, men kreppurakta vesturheiminum ikki í veruleikanum læra eitt sindur frá hesum sparna lívsstílinum, sum ofta júst er sprottin úr krepputíðum?

Hóast ráðini eru betri í dag, eru heilt vist nógvir føroyingar, sum kenna seg aftur í hesum við at spara, har tað ber til. Tað liggur djúpt inni í sálini, tí tey eru von við tað frá barni, tá tey ikki høvdu so nógv.

Vit hava prátað við nakrar kvinnur, sum kenna til ein gerandisdag her á landi, har hvør teposi bleiv pressaður til síðsta dropa. Kvinnurnar liva ikki soleiðis sjálvar, men eru uppvaksnar í heimum, har sparsemi var í hásæti.

--

Ein kvinna, sum vaks upp úti á bygd í 60unum, greiðir soleiðis frá:

Tað bleiv næstan onki keypt í mínum barndómsheimi. Eg minnist enn, tá eg smakkaði keypimat fyrstu ferð. Tað vóru kjøtfrikadellur úr farsi, sum ein maður koyrdi millum bygdir og seldi. Tað var sum at koma í himmiríki.

Tá eg bleiv eldri, bleiv eg viðhvørt irriterað inn á mammu og tey, og skammaðist eitt sindur. Serliga tá eg kom inn til vinfólk, har tey brúktu fleiri pengar. Men nú sum vaksin, skilji eg tað betri.

Minnist tá eg flutti niður í 70’unum. Har vóru fólk á vinstravonginum, sum livdu akkurát sum mamma og tey. Men tað var út frá einari politikskari sannføring, og ikki tí, at tað var neyðugt. Eg rokni við, at sama rákið er á veg í dag, men við støði í umhvørvinum.

Tað eru framvegis leivdir av hugburðinum hjá mammu í mær. Men ofta taki eg meg sjálva í at vera dovin, og tá endar til dømis ein plastposi lættliga í ruskílatinum. Tað er eisini nakað fascinerandi við tí lætta lívsstílinum, hetta við at hava pengar og at kunna keypa nýtt. Tí tað krevur eitt sindur av yvirskoti at hugsa um at endurnýta, til dømis at vaska posan og at heingja hann upp.

Men tað kennist gott at endurnýta og ikki at oysla. Bæði fyri samvitskuna í mun til umhvørvi, og tí pengarnir strekkja longur til.

Eg haldi ikki, at mamma hugsaði so nógv um pengarnar. Tað var meira tankin um at koyra ting vekk, sum kunnu brúkast aftur ella til okkurt annað.

--

Betri góðska

Góðskan var ein heilt onnur, og tey fóru sera væl við tingum og klæðum. Alt var dýrari í mun til í dag. Øll góð klæði blivu handfarin sum føroysk klæði, og skuldu til dømis ikki liggja í botninum á skititoyskurvini og slitna. Træmøblarnir vóru massivir og útskornir. Eisini keypti man ein frakka fyri lívið - tað hevði ikki komið fyri í dag. Einaferð keypti mamma eina spadserudragt, sum hon hevði spart upp til. Eg haldi, at hon kostaði eina heila mánaðarløn. Hon helt í fleiri harrans ár, og er til denna dag.

--

Polstraðu møblarnar

Mamma og tey polstraðu møblarnar um, tá teir blivu slitnir. Teir eru til enn. Alt hevði eina søgu, til dømis: ”Tá pápi kom heim av fiskiskapi við einum gólvteppi.” Ella: ”Tá mamma fór til Havnar at keypa dagligstovumøblarnar”. Eisini høvdu vit ein skenk úr Bretlandi, sum er til enn.


Seymaði og bant

Vit høvdu spæliklæði, sunnudagsklæði og skúlaklæði. Man skuldi vera pent ílatin í skúla og í kirkju. Pent bundnar troyggjur, sum mamma og bant. Vit spældu altíð úti, so hvørt kvøld tók hon karmar upp, skolaði teir og hongdi upp at turka. Hon hevði jú onga vaskimaskinu.

Tá vit vóru sovnað, setti hon seg at binda. Ikki tí tað altíð var so hugnaligt, men tí hon mátti binda, um vit skuldu hava klæði. Men eg minnist, at pápi onkuntíð keypti okkum kjólar og einaferð fingu vit knarvakot úr Bretlandi. Tað var heilt fantastiskt.


Breyðsuppa við eggjasnapsi og róma

Maturin hjá mammu var ómetaliga góður. Breyðrestir vórðu goymdar, frystar niður og brúktar til breyðsuppu. Vit høvdu bæði hønir og kúgv. So pískaði hon ein søtan eggjasnaps at koyra á heitu breyðsuppuna, saman við frískum pískaðum róma.


Mjølsekkir til øll endamál

Mamma keypti sekkir við mjøli í frá heilsølum. Sekkirnir vóru úr góðum lørifti og vórðu brúktir til klútar og koddavár.


Teposar til síðsta dropa

Mamma brúkti teposarnar fleiri ferðir. Eg havi upplivað, at hon fór í ruskspannina eftir einum teposta, sum bara hevði verið brúktur einaferð.


Merkiseðlar úr tepakka

Tá tepakkin var tómur, klipti hon hann sundur til merkiseðlar at seta á frystivørurnar.


Vaskaði plastposar

Hvør einasti plastposi varð vaskaður, hongdur upp á snórin og brúktur aftur. Til dømis breyðposar.


Embalaga til fleiri endamál

Í skápinum stóðu stakkar av tómum plantumargarinpakkum til at frysta fiskamat við soði í. Til dømis knettir og frikadellur. Og mjólkarpakkar til grind og náta. Pappírið til vita-margarin varð lagt undir bakstur ella at smyrja breyðskuffurnar við. Hetta ber ikki til í dag, tí tilfarið er øðrvísi.


Lappar úr restum

Bummulsrestir vórðu brúktar at binda eygnalappar og borðlappar við, og slitin undirklæði, løk og handklæðir vórðu skrødd sundur til lappar.


Notatseðlar

Brævbjálvar vórðu kliptir sundur og brúktir at skriva á.


Stoppaðu hvørt eitt hol

Hosurnar vórðu stoppaðar fleiri ferðir, áðrenn nýggjur leistur varð bundin undir.


Vendi flippunum

Flippan varð tikin av skjúrtuni, vend og seymað á aftur. So var skjúrtan aftur sum nýggj.



Skola kaffifiltur

Tað kom meiri enn so fyri, at mamma skolaði kaffifiltur og brúkti tað umaftur!



Hárliting til fleiri ferðir

Mamma deildi altíð dunkarnir við hárliting, so teir kundu røkka til fleiri litingar.


Bøta løk

Løkini slítast á miðjuni, so tey vórðu klipt í helvt og seymað saman aftur av nýggjum umvent.


Skifta ermurnar

Tá albogarnir vóru tunnslitnir, vórðu ermarnar tiknar av og skiftar um, so tað slitna vendi inn móti kroppinum


Einfalt vask

Alt bleiv vaksað við grønsápu ella Sunlight sápu. Bæði hús og fólk.


Spennandi knappar

Einaferð hevði eg fylt ein skrelliposa við klæðum, sum skuldu burtur. Næstu løtuna stóð mamma við høvdinum niðri í posanum og mutlaði ”Áh det deiligu knappar”! So hon setti seg sjálvandi at spretta teir úr, áðrenn klæðini fóru vekk. Geri tað altíð sjálv nú, og eigi tí altíð eina rúgvu av spennandi knappum, sum eg kann brúka, tá eg bindi ella seymi. Tað sama við snarlásum sjálvandi..


Gávupappír

Gávur vórðu pakkaðar inn í avísir ella teknirøðir. Gávupappír og bond vórðu goymd og endurnýtt.