GÍ leitar eftir nýggjum málmanni, og mikudagin kemur ein 32 ára gamal málmaður úr Ungarn til Gøtu at royndarvenja. GÍ brúkti fleiri málmenn í fjør, og fyrr í ár høvdu teir ein bretskan málmann til royndarvenjing, uttan at nakað spurdist burtur úr tí. Geza Turi, sum nú skal royna seg í Gøtu, hevur spælt fótbólt á hægsta stigi í Ungarn.