Skiparakstur
Komandi leygardag heldur felagið Vinna og dóttirfeløgini hjá hesum felag, Varðin, Krossbrekka og Gulenni, aðalfund í Gøtu.
Tað eru tilsamans ellivu parteigarar í hesum feløgum, sum hava sín uppruna í felagnum, Varðanum, sum bygdi Trónd í Gøtu.
Jákup Jacobsen, reiðari, vil ikki siga nakað um úrslitið hjá feløgunum, fyrr enn parteigararnir hava sæð úrslitið á aðalfundinum leygardagin.
Hann vísir á, at á aðalfundinum verða fýra roknskapir lagdir fram. Ein hjá hvørjum av dóttirfeløgunum og ein hjá móðurfelagnum, Vinna.
- Í roknskapunum hjá dóttirfeløgunum sæst gongdin í hvørjum felagi sær, og síðan síggjast hesir roknskapirnir eisini í roknskapinum hjá móðurfelagnum, sigur reiðarin.
Sosialurin hevur skilt, at gongdin hevur verið rættiliga positiv, og er hetta at fegnast um, nú ein partur av vinnuni annars er í tungum sjógvi.
Dóttirfeløgini hjá P/F Vinnu eiga skipini Trónd í Gøtu (Varðin), Finn Fríða (Krossbrekka) og Gulenni (Saksaberg).
Jákup Jacobsen sigur, at Saksaberg er á sildaveiði norðanfyri, og í løtuni royna teir í Svaldbardssonuni.
Hini bæði skipini, Tróndur í Gøtu og flaggskipið, Finnur Fríði, eru á rygginum millum Føroyar og Ísland.
Saksaberg fór aftur til fiskiskap um mánaðarskiftið, apríl/ mai uppá loyvini hjá Krúnuni, sum felagið hevur keypt.
Finnur Fríði, sum er bygdur á Langstein, fór til fiskiskap um ársskiftið.