Føroyskt borðtennis hevur nógv á skránni komandi mánaðirnar. Umframt FM í apríl, so skal føroyska landsliðið luttaka í millumtjóðakappingini Arctic Open í mei og oyggjaleikunum í juni.
Í hesum sambandi hevur ein føroyskur hópur luttikið í Roskilde Cup hetta vikuskiftið. Leikararnir, sum vóru við, vóru Kai Roest, Pætur Albinus, Eyðun F. Ellendersen, Sveinur M. Nolsøe, Knútur Jóanesarson, Anna Mikkjalsdóttir og Durita F. Jensen.
Fyrri kappingardagurin, sum var leygardagin, eydnaðist ikki serliga væl. Einans Pætur Albinus spældi seg víðari úr bólkaspælinum. Hetta var í herre klasse 3, har hann tó mátti boyggja seg fyri einum stinnari leikara í fjórðingsfinaluni.
Seinna dagin hepnaðist betur. Durita F. Jensen vísti gott spæl og spældi seg í finaluna í dame junior B, har hon tapti eina sera tætta finalu 3-2 og harvið fekk silvur. Í dame klasse 2 vann Durita gull, meðan Anna Mikkjalsdóttir fekk silvur.
Eisini Kai Roest vann gull. Hetta var í kappingini Åben C, har hann framdi eitt comeback í finaluni og vann 3-2. Hann fekk eisini eina gávu frá fyriskiparunum fyri at vísa góðan ítróttaranda, tí at hann loyvdi mótstøðuleikaranum at brúka eitt nýtt batt eftir at hann kom til at bróta sítt vanliga batt.
Føroyska ferðalagið er komið aftur til Føroya í dag.