Gó? úrtøka hjá teimum flestu

Fremad Amager tapti, me?an øll hini feløgini, sum hava føroyingar á li?num, vunnu í fyrsta umfarinum

Í vikuskiftinum fór fótbólturin á rull aftur í næstbestu donsku deildini. Í n?ggju kappingini eru fleiri føroyskir fótbóltsspælarar uppií, enn ta? á?ur hava veri? í 1. deild í Danmark.
Samla?a tali? er sjey. Teir eru tríggir í Fremad Amager - Hjalgrím Elttør, Andrew av Fløtum og Jann Ingi Petersen ? tveir í Frem ? Jón Rói Jacobsen og Gunnar Nielsen, Christian Høgni Jacobsen í Vejle (hann er framvegis knæskaddur) og Johan Byrial Hansen í Horsens.
Í vikuskiftinum fingu øll feløgini, sum hava føroyingar í hópinum, fult uttan Fremad Amager, sum leygardagin tapti 1?0 á Eysturbrúgv ímóti Skjold.
Hjalgrím Elttør var einasti føroyski spælarin millum teir fyrstu ellivu hjá Fremad Amager. Skjold fekk máli?, tá i? ein minuttir resta?i av fyrra umfarinum. Í 68. minutti loysti Andrew av Fløtum av á mi?vøllinum, og sjey minuttir undan leikloki kom Jann Ingi Petersen á vøllin.
Jón Rói Jacobsen var í mi?verjuni, tá i? Frem á heimavøllinum í Valby tók fyrsta stigi? á lei?ini ímóti superliguni, sum teir ógvuliga fegnir ynskja at flyta upp aftur í beinanvegin. Málini bí?a?i inntil í 2. hálvleiki, men Frem vann 2?0. Sagt ver?ur, at Jón Rói Jacobsen var ógvuliga stinnur, og millum vi?haldsfólkini hjá Frem ver?ur hann nevndur sum dagsins ma?ur.
Horsens vann 3?0 í Ølstykke. Eisini har vór?u øll málini skotin eftir ste?gin. Á li?num hjá Horsens vóru f?ra spælarar, sum ikki á?ur hava umbo?a? felagi?. Sí?sta kappingarár var ta? stórt vónbrot fyri Horsens, at ta? kiksa?i vi? uppflytingini.
Sí?sta kappingarár var ta? um reppi?, at Vejle flutti ni?ur í 2. deild. Eftir fyrsta umfari? er Vejle omanfyri røttu strikuna. Vi? ø?rum or?um eru teir á uppflytingarplássi. Fimm n?ggir spælarar vóru á li?num, tá i? Vejle vann 4?1 í Næstved, sum júst er flutt upp í næstbestu deildina. Øll Vejle málini vór?u skora?, tá i? ein hálvur tími var farin.
Ulrik Balling, sum var í NSÍ í fyrraári?, var? beinanvegin eftir ste?gin settur inn á Vejle li?i?.
Størsta sigurin vann Fredericia á heimavølli ímóti Brønshøj. Úrsliti? var 7?0. Brønshøj flutti ni?ur sí?sta kappingarár. Tá i? FC Nordjylland var? upployst var? aftur pláss fyri Brønshøj í næstbestu deildini. Úrsliti? í fyrsta umfarinum kundi bo?a? frá, at Brønshøj ikki er rættuliga gira? til hesa deildina.
Flest mál vór?u skora? í Køge, har B93 vitja?i. Úrsliti? var 4?4. Ni?urflytararnir í AB vitja?u í Haderslev, har teir vunnu 4?2 ímóti SønderjyskE. Úrsliti? á gamla Gentofte stadion millum HIK og NFA var 1?1.