Gongst sum ætlað, so verður nýggi Gásadalstunnilin skotin ígjøgnum áðrenn jól. Í eina tíð hava teir 10-12 menninir hjá Landsverkfrøðinginum arbeitt í tveimum skiftum umframt at arbeitt hevur verið um vikuskiftið.
Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingum, sigur, at tey miða ímóti at koma ígjøgnum áðrenn jól. Dagblaðið skrivar, at tunnilin verður skotin ígjøgnum 18.desember, men so bjartskygdur er landsverkfrøðingurin kortini ikki.
- Vit vóna at koma ígjøgnum áðrenn jól, men tað verður neyvan fyrr enn 20.desember ? møguliga ikki fyrr enn 23.desember, sigur Oyvindur Brimnes.
Oyvindur Brimnes vísir á, at av tí at tey bara bora øðrumegin frá, er truplari at meta neyvt um, hvussu langa tíð arbeiðið fer at taka, sammett við um borað varð frá báðum síðum samtíðis. Serliga kann vera trupult at meta um teir seinastu metrarnar, áðrenn komið verður ígjøgnum.
Óviss tíðarætlan
Sum er dugur landsverkfrøðingurin ikki at siga, nær tunnilin til Gásadals verður endaliga liðugur. Tað veldst politiska viljan, og í síðsta enda, hvussu nógvir pengar verða settir av til endamálið.
- Sambært upprunaligu langtíðarætlanini skuldu 8-10 milliónir krónur setast av á fíggjarlógini til Gásadalstunnilin næsta ár, men tað seinasta eg veit um, er at tríggjar milliónir vera settar av. Einasta vit kunnu gera, er at arbeiða út frá tí játtan, vit fáa, sigur Oyvindur Brimnes.
Hóast tunnilin verður skotin ígjøgnum áðrenn jól, so manglar framvegis nógv arbeiði, áðrenn hann kann takast í nýtslu. Oyvindur Brimnes vísir á, at verða tríggjar milliónir játtaðar til arbeiðið næsta ár, so røkka tær til at gera tunnilin tryggan, at gera vendipláss øðrumegin umframt okkurt smávegis afturat. Men talan verður kortini bara um arbeiðsveg, og tí verður ikki talan at lata tunnilin upp fyri almennari ferðslu.
Oyvindur Brimnes sigur, at tað tó hevur verið uppá tal at loyva ávísari ferðslu gjøgnum tunnilin, m.a. so at vøra og postur kann koma til Gásadals hvønn dag, og møguliga verður uppá tal, at loyva bygdarfólki at nýta tunnilin. Men hetta skal í øllum føri gerast undir strangum eftirliti, og eisini verður neyðugt at hava bumm fyri tunnilsmunnan, so ferðslan gjøgnum tunnilin kann tálmast, sigur Oyvindur Brimnes.
Landsverkfrøðingurin sigur, at tað verður ikki fyrr enn í maj ella juni mánað næsta ár, at ávís ferðsla verður loyvd í Gásadalstunnlinum.
Umframt sjálvt tunnilsarbeiðið skal vegur gerast oman í bygdina. Oyvindur Brimnes sigur, at sum tað sær út í løtuni verður hetta arbeiði boðið út í 2004.