Gásadalur lagdur undir asfalt

Bygdarvegirnir í Gásadali verða nú asfalteraðir. Tað er fyrstu ferð nakrantíð, asfalt hevur verið í Dalinum

Nýggja tíðin er komin til Gásadals. Vegirnir í bygdini verða nú lagdir undir asfalt. Arbeiði skal gerast í hesum árinum.
Teir asfaltera í Gásadali. Fyri fyrstu ferð. Allir vegirnir inni í bygdini verða lagdir undir asfalt. Eisini vegurin frá ánni niðan til sjálva bygdina. Hetta eru teir kommunalu vegirnir í Gásadali.
Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri í Bíggjar Sóknar Kommunu, sum Gásadalur er partur av, sigur, at tað, sum nú verður gjørt, lutvíst er fyri kommunalar pengar, hjá Bíggjar Sóknar Komunu, og lutvíst fyri pengar, sum landsstýrið hevur latið kommununi sum útoyggjastuðul. Gásadalur hevur verið bólkaður sman við útoyggjunum, áðrenn tunnilin varð skotin ígjøgnum.
Á nýggjárinum verður Gásadalur saman við Bø partur av Sørvágs Kommunu, og tá verður bygdin ikki roknað sum útoyggj meira.
Jógvan Páll Joensen sigur, at kommunan hevur fingið eina millión krónur burtur av útoyggjastuðlinum, sum latin verður til at útbyggja undirløgukervið (infrastrukturin) í útoyggjarøkinum.
Í Gásadali veðra allir kommunalu vegirnir, sum tó ikki eru so øgiliga nógvir, gjørdir av nýggjum frá grundini av. Alt er grivið upp, og rør og aðrar leiðingar lagdar av nýggjum, áðrenn asfalterað er oman yvir aftur.
?Tað, sum sæst, er gjørt fyri útoyggjastuðulin, sigur Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri í Bíggjar Sóknar Kommunu. Tað er asfaltið. Restina hevur kommunan goldið, sigur hann.
Samlaða verkætlanin í Gásadali hesaferð hevur verið vegagerðin, eitt parkeringspláss og ein lítil útstykking, sum byrjað eisini er uppá, sigur borgarstjórin.
Arbeiðið varð boðið út, og tað er eitt samtak av arbeiðstakarum í Vágum, sum hevur gjørt arbeiðið í Gásadali.