Undan jólum gav blaðmaðurin Vilmund Jacobsen út bókina Umborð - søgur um siglandi. Her er talan um 52 greinir, sum Vilmund hevur havt í Sosialinum seinastu árini um okkara siglandi fólk.
Her kann fyrst sigast, at Vilmund hevur sera góðan førleika til at skriva eina slíka bók. Hann kemur úr eini fiskimannafamilju og einum fiskimannaumhvørvi í Nólsoy. Sum blaðmaður í eini 30 ár hevur hann skrivað nógv um fiski- og sjóvinnu. Hetta var ikki minst galdandi tey 10 árini, hann var blaðstjóri á FF-blaðnum. Og nú hesi seinastu árini hevur hann verið á Sosialinum, har hann fyri ein stóran part hevur skrivað um sjóvinnu.
Bókin er um 300 síður og hevur eina mynd á minst aðru hvørju síðu. Tí gevur hon eina sera breiða lýsing av korunum hjá teimum siglandi.
Her er talan um eina sera stóra breidd. Greinirnar eru um fólk við sera ymiskum skipum, heilt frá útróðarbátum til Norrønu, aldurin er frá 18 til 86 ár, mannfólk- og konufólk eru umboðað. Tað sama er við øllum størvum umborð á skipum - sjálvt barrvørar! Allir inntøkubólkar eru eisini umboðaðir.
Tað finnast nógvar frásagnir frá korunum hjá fiskimonnum í gomlum tíðum, tá tað veruliga var vandafult at vera á sjónum. Tað er nógv gingið framá við trygd á sjónum. Men framvegis kann staðfestast, at sjógvurin er eitt vandafult arbeiðspláss.
Nógvar av frásagnunum hjá Vilmundi eru um slíkar tilburðir, har tað kundi endað galið. Millum hesar kann nevnast, tá ið Jógvan Norði fór at leka og sakk 21. oktober 2003. Hetta er eitt dømi um ein hending, sum ikki skuldi kunnað hent.
Frásøgnin er um, tá ið báturin hjá Hans Magnus Hansen sakk á Norðhavinum 22. Mars 2004, og har tað var roknað sum eitt undir, at hann bjargaðist.
Annað dømi er um, tá ið Thor Sentry fekk ein sjógv 1. november 2006, og tað eisini kundi endað galið.
Men hesir og aðrir, sum tað eisini verður greitt frá, bóru boð í bý.
Tað eru góðar frásagnir um arbeiðsumstøðurnar hjá teimum siglandi. Teir fegnast um teir lættar, teir fáa. Umborð á ísfiskatrolarum eru teir fegnir um kryvjimaskinurnar, sum komu umborð eftir nógva mótstøðu frá pørtum í vinnuni. Hetta lættir nógv um knossið og kann gera munin millum, at arbeiðið er ov stríggið, og at tað er væl liviligt umborð.
Aðrir hava eisini fingið ísmaskinu umborð, og hetta er eisini eitt gott stig fyri at lætta um. Menn vita eisini, at slík framstig koma ikki altíð av sær sjálvum. Stórt sæð kann sigast, at menn eru nøgdir. Tað er spennandi at sigla, og serliga spennandi er tað at fiska, har tað kann ganga báðar vegir við eydnuni. Eru teir á toppinum, kann bert ganga ein veg. Men gongur niður á bakka er at bíða eftir, at tað fer at ganga hinvegin aftur. Royndirnar vísa, at hetta verður so fyrr ella seinni!
Í onkrum av greinunum láta menn eisini sera væl at sínum reiðara, sum vísir áhuga og javnan gongur umborð og spyr, hvussu tað gongst. Hetta er eisini positivt. Fiskimenn og reiðarar hava jú tað felags áhugamál, at mest møguligt skal koma burtur úr.
Tað eru nógvar áhugaverdar frásagnir í bókini. Her er eisini talan um nokk so nógv av fiskivinnusøgu, sum her fæst á ein eitt sindur øðrvísi hátt.
Sigast kann, at her er talan um eina samtíðarsøgu. Men sum tíðin gongur, verður hetta rættulig søga. Tá er hon longu skrivað og varðveitt. Tað er júst hetta, sum er saknurin við vanligari søguskriving. Nógvar keldur eru burtur, og so ræður um at fanga tær, sum eftir eru, áðrenn tað verður ov seint.
Eisini av hesi orsøk er henda bókin eitt hent tiltak hjá Vilmundi Jacobsen.