Í gjár var eitt gásapar við 10 ungum stolið í Havnardali sigur løgreglan, sum annars hevur havt eitt rímiliga friðarligt vikuskifti. Í gjár fekk løgreglan boð um, at eitt gásapar við 10 ungum var horvið av einari trøð í Havnardali.
Tað er ikki bara sum at siga tað at fara avstað við einum gásapari og 10 ungum, og løgreglan frættir fegin frá fólki, um tey hava sæð nakað.
Annars hevur verið nakað av fullum fólkum, sum løgreglan hevur koyrt til hús ella í brummuna av sova rúsin av sær.
Fríggjakvøldið var brotið inn í ein bil hjá Nordbil, har eitt stereoanlegg varð stolið, og leygdarkvøldið varð hol stungið á dekkini á einum bili. Sunnumorgunin var ein bilur stolin, men hann varð funnin aftur stutt eftir. Lyklarnir stóðu í.
Leygardagin var ein maður tikin fyri at koyra við kenning. Hann hevði rent á eitt prutl. Førarin av prutlinum var koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Annars hevur bert verið talan um húsaófrið í nøkrum førum, har løgreglan mátti upp í leikin.