Gásaparið fekk navn

Gásaparið, sum hevur gingið í Bringsnagøtu um jólini, hevur umsíðir fingið navn. Tórshavnar kommuna skipaði fyri eina navnakapping, og hepni vinnarin var Rannvá Eyðunsdóttir av Trøllanesi.

Hon og familjan vóru komin tann langa vegin til Havnar at royna skoytubreytina og at vitja Bringsnagøtu. Her luttók Rannvá í kappingini. Gásaparið eitur nú Gáshild og Gásvald, og tey fóru heim aftur í gjár - út í Havnardal, skrivar Torshavn.fo. Jól í Bringsnagøtu lat aftur í gjárkvøldið.