Eftir fjúrtanda leikumfar er tað mest sum greitt, at tað verða B68, HB og VB, sum 30. september fara at fáa handa heiðursmerkini. Øll liðini fingu stig í vikuskiftinum, og tá næstu kappingarneytarnir til heiðursmerkini, B36, óvæntað snávaðu á heimavølli ímóti B71, og NSÍ og KÍ eisini taptu, so breiðkaðist gloppið frá biðlunum til heiðursmerkini og altjóða fótbólt og niður til hini liðini.
Felags fyri B68, HB og VB er, at tey øll royna líka sum at undirspæla sín møguleika í meistarastríðnum. Eingin teirra sigur seg hava havt meistaraskapin í ár sum mál, men sjálvandi siga øll liðini seg verða meiri enn fegin, um tað eydnast at vinna.
GÍ hevur við steypasigrinum tryggjað sær rætt til altjóða luttøku komandi ár. Meistaraliðið fær møguleika at royna seg í undankapping til europeisku meistarakappingina, næstbesta liðið fær høvi at royna seg í UEFA Cup, og bronsuvinnararnir fáa eitt pláss í Intertoto.
Fíggjarliga er eingin ivi um, hvar úrtøkan er størst. Meistaraliðið fær meiri enn eina millión burturúr, næstbesta liðið fær eina lítla hálva millión, meðan Intertoto plássið ikki gevur meiri enn upplivilsið. Pengarnir koma ikki fyrrenn á sumri í 2002, men tað er trygd fyri teimum, og tí ber til at arbeiða við teimum, sjálvt um teir framvegis vera í Sveis. Har eru peningastovnarnir tryggir!
Langt síðani seinast
Eftir stórsigurin á KÍ er B68 ovast. Tað hava teir roynt áður, men nú er langt síðani seinast. B68 var meistari í 1992, og í 1993 vóru teir fremst eftir sætta umfar. Í 1995 endaði B68 á triðja plássi. Teir vóru fremstir eftir triðja umfar. Síðani hevur stríðið hjá toftamonnum snúð seg um at halda niðurflytingini burtur. Eftir 5?1 sigurin í fyrsta umfarinum í 1997 vóru teir fremstir. Ikki fyrrenn nú hava teir endurvunnið fremsta plássið, og so er spurningurin, hvussu leingi teir fara at varðveita plássið.
B68 og HB hava eins nógv stig, men B68 er ovari á støðutalvuni, tí teir undan summarsteðginum vunnu dystin í Gundadali. Hetta er fyrsta árið, at innanhýsis úrslitini telja, áðrenn tað verður hugt at málmuninum.
VB gloymt málini
VB megnaði bara eina viku at halda tørn um oddasessin. Nú hava teir í tveimum dystum bara fingið eitt stig, og teir hava einki mál skorað. VB er tvey stig aftanfyri B68 og HB. Støðan hjá VB er nú soleiðis, at teir skulu hava hjálp frá øðrum liðum fyri at endurvinna fremsta plássið og harvið vinna fyrsta meistaraskapin nakrantíð.
Men tað skal ikki so nógv til. Sjálvt um B68 er tvey stig frammanfyri VB, so kunnu toftamenn hjálpa til at fáa meistaraskapin til Vágs. Tað gera teir í B68, um teir vinna, tá HB um tríggjar vikur vitjar á Svangaskarði. Vinnur B68 ta ferðina, og VB vinnur allar sínar dystir ? millum annað tá B68 í næstsíðsta umfarinum vitjar í Vági ? so verður VB meistari.
Higartil er VB best fyri í innanhýsis kappingini millum fremstu liðini. Móti HB hava teir tvær ferðir spælt javnt, men tað hevur stóran týdning, at dysturin í Gundadali endaði 2?2, og at tann í Vági endaði málleysur. Um tað eftir síðsta umfarið fer at standa á jøvnum í stigum millum VB og HB, so verða málini á útivølli avgerandi.
VB vann 2?1 á Svangaskarði. HB tapti 4?3 á heimavølli móti B68.
GÍ leikluturin
Komandi vikuskifti verður ikki spælt í 1. deild. Tá fer alt at snúgva seg um landsdystin ímóti Slovenia. Um tvær vikur verður farið undir endaspurtin, og Í fýra teimum síðstu umførunum sær skráin hjá teimum trimum fremstu soleiðis út: í 15. umfari VB?FS Vágar, NSÍ?B68 og HB?GÍ. Í 16. umfari B68?HB og GÍ?VB. Í 17. umfari VB?B68 og HB?B36. Og í síðsta umfarinum B68?GÍ, B36?VB og Sumba?HB.
Tað ber kanska til at siga, at VB eigur ein lættan dyst í 15. umfarinum, og at HB eigur ein lættan dyst í síðsta umfarinum, men tað er ein royndur lutur, at tað altíð er torfært at spæla móti liðum, sum stríðast fyri lívinum, og tað fara bæði Sumba og FS Vágar at gera í øllum fýra umførunum.
Merkisvert er tað, at tey trý liðini, sum kappast um FM, øll skulu spæla móti GÍ. Gøtumenn komu til Føroya seinnapartin leygardagin, men teir vóru ikki meiri tyngdir av ferðini í Svøríki, enn at teir megnaðu á heimavølli at steðga sigursrøðini hjá NSÍ, sum harvið enn eina ferð má staðfesta, at teir verða ov stuttir til altjóða fótbólt.
Gøtumenn plaga at vera væl fyri síðsta partin av kappingini. Hugurin tykist vera góður at spæla, og tað verður ikki minst avgerandi fyri, hvussu fín heiðursmerkini skulu vera í Vági, á Toftum og í HB, hvussu tað fer at laga seg móti gøtumonnum.
FSV í andaleypi
Vágamenn spentu bogan høgt, tá teir fóru av landinum eftir venjara og spælarum. Avrikini á vøllinum vóru undan summarsteðginum fleiri ferðir á góðari leið, men úrtøkan var lítil. Eftir summarsteðgin hevur verið sera soltið.
Sumbingar hava ásannað, at teir í serligan mun savna seg um lykladystirnar í botnstríðnum. At teir megnaðu at vinna 2?0 í Vágum boðar frá, at vágaliðið er í sera tungum sjógvi. Tvey tey næstu umførini gera av, hvør skal flyta beinleiðis niður. Næstu ferð skulu sumbingar til Sands. Í B71 hava teir alt kappingarárið hildið, at teir hava havt manning til hægri støðu enn niður móti strikuni. Í Gundadali vunnu teir á máttleysum B36, og um teir vinna á Sumba, so eru teir púra leysir av botninum.
Hjá vágamonnum er illa vorðið. Klæna línan til næstaftasta plássið hongur í sandoyingum. Í fyrstu atløgu mugu teir vóna, at B71 vinnur á sumbingum, og so verður møguleikin hjá FSV, at teir vinna, tá B71 17. september kemur til Sørvágs.
Fótbóltslíkindini vóru sunnudagin tey bestu um alt landið. Vónandi verða tað avrikini á vøllinum og ikki veðurlíkindini, sum í fýra teimum síðstu umførunum fara at gera av, hvussu endastøðan verður.