Tórshavnar kommuna, Havnar Bio og Klippfisk eru farin í samstarv um filmsstevnu í døgunum 20.-26 apríl. Filmsstevnan eitur Vársól, og fer hon at sýna altjóða góðskufilmar Í samband við 100 ára føðingardagin hjá Tórshavnar kommunu, leggur Havnar Bio lunnar undir afturvendandi filmsstevnu við heitinum Vársól. Á filmsstevnuni fer Havnar Bio at sýna eitt úrval av altjóða góðskufilmum.
Tað eru fyrst og fremst amerikanskir spælifilmar, ið fáa spælitíð í biografhølunum hjá Havnar Bio, og er saknur í altjóða virðismettum filmum. Tískil bjóðar føroyski biografurin til nakrar góðar upplivingar í tíðarskeiðnum 20.-26. apríl.
Millum útvaldu filmarnar er ein teknifilmur við hebraiskum teksti, ein danskur virðislønaslúkur, ein svenskur ræðufilmur og tveir filmar um amerikanskan politikk. Nevnast kann, at barnafilmurin um Hanna Montana verður sýndur í Føroyum, áðrenn hann verður sýndur aðra staðni í Evropa.
Skráin fyri Vársól sær soleiðis út:
Karla & Katrina:
Mánadag 20.04 kl. 16.00
Týsdag 21.04 kl. 16.00
Mikudag 22.04 kl. 16.00
Hósdag 23.04 kl. 15.45
Fríggjadag 24.04 kl. 16.30
Doubt:
Mánadag 20.04 kl. 20.30
Týsdag 21.04 kl. 20.30
Gomorra:
Mánadag 20.04 kl. 20.00
Týsdag 21.04 kl. 20.00
Frygtelig lykkelig:
Mikudag 22.04 kl. 20.30
Hósdag 23.04 kl. 20.45
Låt den rätte komma inn:
Mikudag 22.04 kl. 20.15
Fríggjadag 24.04 kl. 18.15
Frost/Nixon:
Hósdag 23.04 kl. 20.15
Fríggjadag 24.04 kl. 20.30
Hanna Montana ? The Movie:
Leygardag 25.04 kl. 16.15
Sunnudag 26.04 kl. 15.45
Milk:
Leygardag 25.04 kl. 20.45
Sunnudag 26.04 kl. 20.15
Waltz med Bashir:
Leygardag 25.04 kl. 18.15
Sunnudag 26.04 kl. 17.45