Gíslar funnir deyðir í Jemen

Nøkur fólk, sum vórðu burturflutt í Jemen fríggjadagin, eru funnin deyð Tíðindastovurnar skriva, at minst tríggjar kvinnur eru funnar deyðar, men onnur tíðindi siga, at øll tey burturfluttu eru funnin deyð.

Talan var um sjey týskar ríkisborgarar, ein breta og eina suðurkoreanska kvinnu, sum vórðu burturflutt har norðuri í Jemen fríggjadagin. Tvey av teimum burturfluttu vóru børn.

Uttanríkisráðið í Jemen sigur, at tey funnu líkini verða nú kannað.

Tey seinastu 15 árini hava uppreistrarmenn í Jemen burturflutt meiri enn 200 útlendingar, men tey flestu eru sloppin við lívinum, skrivar BBC.