Avtalan um stuðul frá Tryggingarfelag Føroya varð undirskrivað fyrst.
Jákup Weyhe greiddi frá brotum úr leikinum, og ímillum sungu næmingarnir nakrar sangir. Har vóru nakrar framúrskarandi soloframførslur frá ungu studentunum. Tað var av sonnum ein góð smakkiroynd, sum hevur einum hug at fara at hyggja at leikinum í fullari longd í Norðurlandahúsinum.
Sigrið Sivertsen hevur vant leikararnar í sangi. Hon er væl nøgd við úrslitið, og hon lovar, at tey vera enn betri til framførsluna.
- Tað hevur verið nógv arbeiði at venja sang við teimum. Men tey hava øll ment seg sera nógv. Tann eini, sum sang solo í dag, hevur ongantíð sungið fyrr, so tað er rættiliga flott, sigur Sigrið.