Føroya Banki helt sín árliga aðalfund í gjár, og eitt av stóru málunum var ætlaða navnabroytingin, sum nevnd og leiðsla høvdu skotið upp.
Tað er eingin loyna, at útlendingar – og kanska serliga danir – hava trupult við at úttala Føroya Banki, og tað liggur tí til grund fyri ætlaðu navnabroytingini.
- Tað er soleiðis, at skulu vit broyta navn, krevst ein meiriluti upp á tveir triðingar, og tað var undirtøka fyri tí á aðalfundinum, sigur Janus Petersen, forstjóri Í BankNordik, sum bankin nú eitur.
Janus Petersen sigur, at teir nú fara undir fyrireikingar at broyta navnið á deildunum í Danmark og Grønlandi, men enn er ikki heilt greitt, hvussu verður við navninum í Føroyum.
- Tað fara vit at taka støðu til innan stutta tíð, sigur Janus Petersen.
Í fjør var nakað av ónøgd millum nakrar av størru partaeigarunum, ið ikki hildu seg hava nóg stóra ávirkan á valið av nevnd. Í ár gekk aðalfundurin tó ógvuliga friðarliga fyri seg, og bæði roknskapur og uppskot til nevnd varð samtykt.
Í sambandi við navnabroytingina var kortini ikki full semja, men áleið 76% av aðalfundinum tók undir við uppskotinumum navnabroyting, meðan 24% vóru ímóti.
Komnir á mál
Føroya Banki – ella BankNordik – hevur havt eina sunna gongd gjøgnum mong ár, og hevur kunnað víst á avlop sjálvt um fíggjarkreppa hevur herjað um allan heim. Og umframt eitt trivaligt avlop í 2009 hevur bankin fyri fáum døgum síðani kunngjørt eitt avkast á 380 milliónir krónur í sambandi við børsskrásetingina av Bakkafrost á børsinum í Oslo.
Men leiðslan hevur kortini ongar ætlanir um at brúka hesar pengar til at vaksa um virksemið beint nú.
- Vit hava gjørt tær íløgur, sum vit hava ætlað, og liggja ikki inni við nøkrum nýggjum ætlanum um at víðka enn meira um virksemið. Vit eru fyribils komnir á mál í so máta, sigur Janus Petersen.
Tað eru bert fáir mánaðir síðani, at Føroya Banki keypti 12 deildir hjá Sparbank, níggju í Danmark og tríggjar í Grønlandi. Umframt hetta tók bankin seg inn á tryggingarmarknaðin í Íslandi í fjør, tá teir keyptu tryggingarfelagið Vørður.
Sostatt hevur BankNordik nú virksemi í fýra londum.
Klaus heldur fram
Fýra av nevndarlimunum stóðu fyri valið hesaferð, men Wilhelm Petersen ynskti ikki afturval. Í hansara stað varð valdur Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum. Hinir tríggir vórðu allir afturvaldir, teir eru Klaus Rasmussen, Jens Erik Christensen og Keld Søndergaard Holm.
Nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin, og Klaus Rasmussen heldur fram sum formaður, meðan Jens Erik Christensen heldur fram sum næstformaður.
Tey tvey umboðini fyri starvsfólkini verða valt 22. apríl, og úrslitið verður kunngjørt 27. apríl, tá starvsfólkaumboðini taka sæti í nevndini.
Fyribils sær nevndin soleiðis út:
Klaus Rasmussen, formaður
Jens Erik Christensen, næstformaður
Keld Søndergaard Holm, nevndarlimur
Nils Sørensen, nevndarlimur
Sigmar B. Jacobsen, starvsfólkaumboð
Olav Enomoto, starvsfólkaumboð
Umleið tveir triðingar av samlaðu partabrøvunum í bankanum vórðu umboðað til aðalfundin í gjár.