Góðtaka ikki 75 prosent í toppskatti

Í Fraklandi hevur stýrisskipanardómstólurin ógildað avgerðina hjá stjórnini at krevja 75 prosent í toppskatti frá teimum, sum forvinna meiri enn eina millión evrur um árið.

Ætlanin hjá stjórnini var, at skipanin skuldi koma í gildi í 2013.

Tey háløntu í Fraklandi hava verið í øðini um avgerðina hjá stjórnini. Tann høgi toppskatturin hjá teimum háløntu var eitt av høvuðsmálunum hjá Francois Hollande, forseta (myndin) undir valstríðnum í mai. Eftir hansara tykki er tað í lagi, at tey múgvandi rinda eitt sindur eyka fyri at avmarka hallið hjá tí almenna, men tað heldur stýrisskipanardómstólurin ikki.