Góðtaka ikki, at samráðingarrætturin verður skerdur

Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið hava heitt á Javnaðarflokkin um at greiða frá støðu floksins til framferðina hjá Fíggjarmálastýrinum í málinum um Teistan og Brimil.

 

Javnaðarflokkurin

???????????????????


Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið hava heitt á Javnaðarflokkin um at greiða frá støðu floksins til framferðina hjá Fíggjarmálastýrinum í málinum um Teistan og Brimil.


? Javnaðarflokkurin fer á ongan hátt at góðtaka, at samráðingarrætturin verður skerdur ella tikin frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.


? Javnaðarflokkurin átalar harðliga, at landsstýrið gjøgnum fútarættin roynir at troka arbeiðsrætt inn á føroyska arbeiðsmarknaðin.


Við at biðja Fútarættin døma í sáttmálatrætuni millum manningarfeløgini og fíggjarmálastýrið, hevur landsstýrið tikið ókreinkiliga samráðingarrættin frá fak-feløgunum og uttan teirra luttøku latið upp í hendurnar á einum ?donskum? dómara einsamøllum at gera av, hvussu fakfelagsviðurskiftini í Føroyum skulu avgerast.

Hetta er enn grovari álop á fakfelagsrørsluna, enn ein Arbeiðsrættur hevði megnað.

Um landsstýrið á henda hátt vil noyða Arbeiðsrættin ígjøgnum, so skal greitt og týðilga sigast frá, at vit í Javnaðarflokkinum fara at gera alt, sum stendur í okkara makt, fyri politiskt at forða samgonguni á slíkan hátt at skerja rættindini hjá løntakarunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Bæði Javnaðarflokkurin og fakfeløgini hava víst á møguleikan at skipa ein víðkaðan gerðarrætt at taka sær av trætum, sum í sáttmálaskeiðnum kunnu stinga seg upp millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Vit ásanna, at ein víðkaður gerðarrættur kann vera neyðugur í ávísum førum. Men vit góðtaka als ikki, at arbeiðsgevarar í tíð og ótíð lata rættarskipanini upp í hendur at avgera trætur, sum eiga at loysast við samráðingum millum partarnar.

At eingin sáttmáli enn er gjørdur millum Fíggjarmálastýrið og partar av manningunum á Brimli og Teistanum er bæði synd og skomm, tí sjálvsagt skuldu allar sáttmálasamráðingar verið loknar, áðrenn skipini vóru klár at fara í sigling.


? Javnaðarflokkurin krevur, at Fíggjarmálastýrið beinanvegin tekur málið um Teistan úraftur fútarættinum.


Samstundis heitir Javnaðarflokkurin á manningarfeløgini og Fíggjarmálastýrið um við samráðingum at fáa enda á sáttmálatrætuni, so manning, ferðafólk og vinna sleppa at brúka tann stásiliga Teistan.