Góðtaka ikki at spýta

Tað er ósemja um leikbannið hjá KÍ spælara

KÍ miðverjin, Ahmed Mujdragic, hevur fingið tveir dystir leikbann fyri at spýta í dystinum móti B36 í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Í KÍ er tey ikki í iva um, at tað er ikki i ordan at spýta eftir einum spælara. Tað hevur leiðslan eisini gjørt greitt.

 

Les eisini: Leikbann fyri at spýta

 

- Vit góðtaka als ikki, at nakar spýtur eftir nøkrum øðrum. Vit hava handfarið málið innanhýsis og vóna, at tað ikki hendir aftur, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. Hann er tó ikki samdur í revsingini, sum hann metur er ein dyst ov nógv.

 

- Eg haldi fyrst av øllum, at tað er løgið at tað í úrskurðinum stendur, at Ahmed Mujdragic ikki bleiv ertaður, sum tað verður rópt á dómaramáli, sigur Tummas Lervig og leggur afturat.

 

- Tað er eisini greitt, at dómarin ikki sær støðuna sjálvur, men at hann reagerar upp á reaktiónina hjá Jógvani Skeel Nolsøe. Í Gundadali móti HB síggja øll, at tað er brotsspark, men tá dømur hann einki, tí hann ikki sær tað. Tað hongur ikki saman, sigur Tummas Lervig, sum er argur um revsingina.

 

- Vit hava sent at svarskriv til Fótbóltssambandið, sigur Tummas Lervig at enda.

 

Umframt dystin móti í gjár móti Skála, so skal miðverjin sita uttanfyri móti HB og TB, sum eru tveir dystir við drúgvari søgu, ið báðir verða spældir við Djúpumýru.