Góðtaka ikki bygnaðarbroytingar

Sjúkrasystrafelag Føroya ætlar sær ikki at góðtaka bygnaðarbroytingarnar, sum sjúkrahússtjórin hevur ætlanir um

Sjúkrasystrafelag Føroya hevði ársaðalfund leygardagin á Hotel Føroyum. Forkvinnan, Joan Ziskason, heldur, at fundurin var góður. 110 limir vóru á fundi og tað metur hon er gott av einum skara uppá 720.

Eingi stórmál vóru fyri á fundinum, heldur ikki nevndarval, men limirnir vóru forvitnir eftir at vita, hvørja støðu felgið hevur til ætlanirnar hjá sjúkrahússtjóranum Kjartan Mørkøre, um bygnaðarbroytingar.

- Tað var mest hetta, ið limirnir vildu hoyra um og vit gjørdu greitt, at vit ætla undir ongum umstøðum at góðtaka bygnaðarbroytingarnr, sum hann hevur ætlanir um, sigur Joan Ziskason, sum eisini hevur gjørt hetta greitt fyri sjúkrahússtjóranum.



Lønarsamráðingar

Sjúkrasystrafelagið hevur enn ikki avgreitt lønarsamráðingarnar, men hetta verður í næstum.

Enn vita tær tó lítið um hetta, men ongar amráðingar verða, fyrr enn í fyrsta lagi í aðru viku, sigur Joan Ziskason, forkvinna í Sjúkrasystrafelag Føroya.