Í Føroya Fiskimannafelag eru tey ikki serliga fegin eftir, at Anfinn Olsen, reiðari hjá Framherja, hevur verið alment úti og tosa um roknskapin hjá reiðarínum. Fiskimannafelagið metir nevniliga, at Anfinn Olsen ikki hevur givið rættar upplýsingar.
- Í hesum sambandi hevur hann sagt, at reiðaríið í skattum og avgjøldum hevur rindað 35,2 milliónir krónur til landshúsarhaldið í 2015, skrivar Fiskimannafelagið á síni heimasíðu og leggur afturat.
- Tað er ikki heilt rætt, tí av teimum 18,6 milliónum krónunum, sum reiðaríið sambært roknskapinum hevur goldið í tilfeingisgjaldi, hava manningarnar goldið ein lítlan triðing – slakar seks milliónir krónur. Í roknstykkinum hjá reiðarínum eru eisini 6,8 milliónir krónur í útsettum skatti – pengar sum altso ikki eru goldnir – taldar við í skattaroknistykkið.
Fiskimannafelagið vísir í greinini á, at Framherji, eftir teirra meting, ikki hevur goldið 35 milliónir krónur í skatti og avgjøldum, men hevur goldið 70 prosent av samlaða tilfeingisgjaldinum á 18.6 milliónir krónur, ið er 13 milliónir krónur, 7,1 millión krónur í partafelagsskatti og 2,7 milliónir krónur í tilfeingsskatti, ið tilsamans verður umleið 23 milliónir krónur.