Góðtaka ikki harðar ákærur frá løgregluni

Bussførarar hjá bygdaleiðum eru í øðini um skuldsetingar frá løgregluni í útvarpinum í gjáramorgun um at teir bróta ferðslulógina í heilum og at teir ávara hvønn annan ímóti løgregluni

Ferðslutrygd

? Hatta eru ógvuliga harðar skuldsetingar.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni er ógvuliga ørkymlaður av skuldsetingini frá løgreglumanninum, Jan Fossaberg í útvarpinum í gjáramorgunin.
Í sendingini ?Góðan morgun Føroyar? kom hann við skuldsetingum ímóti bussførarum hjá Bygdaleiðum, sum hevur gjørt nógvar bussførarar í øðini.
Samanumtikið segði hann, at tað var vanligt, at bussar hjá Bygdaleiðum koyra ov skjótt.
Men orsøkin til, at tað so sjálvdan eydnast løgregluni at taka bussførarar fyri at koyra ov skjótt, er, at teir ávara hvønn annan í telefonini um, hvar løgreglan er stødd.
Bussførarar, sum vit hava verið í sambandi við eftir skuldsetingarnar eru í øðini, tí teir vísa staðiliga aftur, at teir ikki vísa størstu ábyrgd í ferðsluni.
Serliga er tað fallið teimum fyri bróstið, at hesar skuldsetingarnar verða settar fram, nakrar fáar dagar eftir, at ein syrgilig ferðsluvanlukka, har ein bussur var uppi í, kravdi eitt mannalív.
Teir halda ,at hetta kann fáa fólk at gera sær ov bráðar niðurstøður um orsøkirnar til ta vanlukkuna.

Taka ábyrgdina í fullum álvara
Kristan Davidsen, stjóri á Strandferðsluni og arbeiðsgevari hjá teimum, sum koyra fyri Bygdaleiðir, er eisini rættiliga ørkymlaður av skuldsetingunum.
? Hetta eru ógvuliga harðar ákærur, heldur hann.
Hann sigur, at eftir skuldsetingarnar frá løgreglumanninum í gjáramorgunin var ein kraftig reaktión frá teimum, sum koyra bussar.
Hann sigur, at bæði Strandferðslan og teir, sum eiga og teir, sum koyra bussarnar hjá Bygdaleiðum, taka sítt arbeiði í fullum álvara.
Hann sigur, at tað er prentað niður í teir, sum eiga bussarnar og teir, sum koyra bussarnar, at ferðslulógin skal haldast.
? Tað er tað ongin ivi um, at ferðslulógin skal haldast, tí hetta er eitt mál, sum vit taka í størsta álvara.
-? Men vit vænta sanniliga eisini, at løgreglan ger sína skyldu og tekur sínar ábyrgd í størsta álvara, leggur hann afturat.
Hann leggur dent á, at er løgreglan varug við, at bussførarar ikki halda ferðslulógina, væntar hann avgjørt, at hon ger sína skyldu í tí sambandinum og fylgir málinum upp.
? Vit hava lagt stóran dent á, at hava góðar og tryggar bussar. Vit hava eisini lagt dent á, at hava góðar bussførarar og at teir hava trygdarskeið. Og sjálvsagt skulu teir eis
ini halda ferðslulógina.
? Halda teir ikki ferðslulógina, er tað eitt brot á sáttmálan og verður viðgjørt hareftir, leggur hann afturat.
Hvørjar avleiðingar tað hevði fingið fyri ein bussførara, er hann tó ikki førur fyri at siga nakað um í løtuni.
Hann leggur eisini dent á, at ferðaætlanin er løgd soleiðis, at tað ber til at halda ferðslulógina, men er ferðaætlanin ov trong, er tað ein trupulleiki, sum má takast upp.
Tað er kortini ikki hansara fatan, at ferðaætlanin er ov trong.
Tað er eisini hansara fatan, at bæði teir, sum eiga bussarnar og teir, sum koyra bussarnar, taka sína ábyrgd í fullum álvara.
Men nú hesir skuldsetingarnar verða settar fram, verður tað enn einaferða lagt bussførarum eina við at halda ferðslulógina.