Á aðalfundinum hjá Giktafelag Føroya leygardagin 22.02.2003 hava fundarlut-takararnir viðtikið hesa yvirlýsing:
»Stór ónøgd er millum giktsjúk fólk við mannagongdirnar til at fáa útvega hjálpartól. Til dømis nevndu fleiri fundarluttakarar, at frá tí, at tólið er játtað, og til brúkarin hevur tað, ganga upp til tvey ella trý ár, annaðhvørt tað snýr seg um stór ella smá tól. Henda støða er ótolandi, og eisini ósømilig fyri eitt framkomið samfelag.
Havandi í huga, at heimsheilsustovnurin WHO hevur samtykt, og Føroya landsstýri hevur lýst, at árið í ár - 2003 - er ár teirra brekaðu ella handicap ár, krevur Giktafelag Føroya, at hesar mannagongdir verða broyttar til tað betra, og at bíðitíðirnar falla burtur.«