Góðtaka ikki verri lønarumstøður

- Fyri limirnar hjá okkum í Sjómannadeildini verða ætlaðu broytingarnar í skattalógini, sum koma í gildi 1. januar 2009, eitt stórt afturstig, sigur Jan Højgaard

FAS

 

Í morgun var álitiskvinnan umborð á Norrønu, Jovita Karasinska, á vitjan á Fiskimannafelagnum, har hon saman við øðrum av manningini er limur í Sjómannadeildini.

Jan Højgaard, formaður FF’s, sigur, at tað, sum órógvar limirnar í Sjómannadeildini, eru broytingarnar í ymiskum skattalógum, sum løgtingið samtykti í vár til at koma í gildi 1. januar 2009.

Hetta eru broytingar, sum fevna um FAS-skipanina.

- Limirnir í Sjómannadeildini hava sitið og roknað uppá, hvat hesar broytingar koma at merkja fyri tey, og úrslitið er avgjørt einki at reypa sær av, leggur hann aftrat.

Hann vísir á, at landsstýrið sigur seg vera í holt við at gera broytingar í FAS-skipanini, sum hava til endamáls at tillaga okkum eina FAS-skipan, sum skal vera nøktandi hjá føroyskum skipum at vera í – og vera áhugaverd hjá útlendskum skipum at koma inn í.

- Men fyri limirnar hjá okkum verða hesar broytingar, sum koma í gildi 1. januar 2009, eitt stórt afturstig.

Jan sigur, at sambært limunum, sum nú hava roknað upp á hesar broytingar, koma tey, sum í dag tjena umleið 15.000 krónur, at hava eina minni nettoinntøku upp á 1200 krónur um mánaðin.

- Tey, sum tjena umleið 30.000 umborð á Norrønu í dag, fáa á leið tað sama eftir nýggju skipanini, meðan eitt nú skiparin, sum hevur eina uppaftur størri inntøku, kemur at tjena einar 20.000-30.000 meira um árið.

Jan Højgaard sigur, at Fiskimannafelagið fer at seta seg nærri inn í hesar ætlaðu broytingar, og felagið fer ikki at góðtaka verri umstøður fyri sínar limir í Sjómannadeildini.

Sosialurin fer at venda aftur til hetta mál í blaðnum mánadagin.

 

Myndatekstur: