2. deild
Aloftast er tað so, at tey lið, sum standa seg væl í fremstu deildini, eisini hava eitt aðru deildarlið, sum stendur seg hampuliga væl í kappingini hjá teimum næstbestu.
Hjá GÍ hevur hetta tó ikki verið støðan, og orsøkin til hetta er eisini sera einføld. Nevnliga at felagið - hóast góðu úrslitini hjá bestu manningini ? hevur ein sera smalan hóp, og at tað tískil ofta hevur knípt við at seta eitt sterkt aðru deildar lið saman.
Lagnudystur
Undan heimadystinum móti NSÍ leygardagin vistu gøtumenn, at teir satt at siga vóru noyddir at fáa stig, um vónin fyri framhaldi í deildini skuldi varðveitast. Trý stig vóru upp til KÍ á níggjunda plássinum, men tá liðini hava vunnið hvør sín innanhýsis dyst, og GÍ hevði ein væl verri málmun, skuldu stig fáast til vega, fyri at hava møguleikan at fara framvið klaksvíkingunum.
Kanska var kalda lotið eftir vøllinum eisini ein ímynd av óhugaligu støðuni, sum GÍ var í, tá farið varð á vøllin. Vindurin darvaði eisini spælinum nakað, og í øllum førum høvdu partarnir báðir ilt við at fáa nakað veruligt samanspæl í gongd. Onkrir hissini málmøguleikar vóru tó, men alofast vóru endaligu skotini alt ov óneyv, soleiðis at málverjarnir ongar trupulleikar høvdu av hesum.
Tað bragdaði tó hjá runavíkginunum, tá fyrri hálvleikur var um at verða hálvliðin. Ein bóltur varð sendir innfyri, og staddur miðskeiðis í brotsteiginum kundi Sverri Justinussen stýra í málið við høvdinum. Hetta líktist leingi hálvleiksstøðuni, men stutt fyri steðgin var Mortan Hansen rætti maðurin á rætta staðnum, og so vóru tvey á muni.
Hóast ringu støðuna, so fullu gøtumenn ikki í fátt. Liðið telur fleiri av teimum leikarum, sum hava verið við til at mynda eyðkenda stríðsviljan hjá GÍ, og ein av hesum leikarum var eisini maðurin, sum blásti lív í vónina.
Bert fáir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá Anton Skoradal minkaði um munin, og lív kom av álvara í, tá Omar Pálsson stutt eftir javnaði fyri GÍ.
Niðurflytingin tóktist soleiðis í øllum førum at vera útsett eina viku, men brádliga snaraðu runavíkingar øllum á høvdið. Við stuttum millumbili skutu teir báðir, Sverri og Mortan, hvør sítt mál afturat, og so var alt í grundini liðugt. Gaman í minkaði Símun Petur Justinussen aftur fyri GÍ, men sjálvt ikki tað kundi bjarga gøtumonnunum.
Enn er niðurflytingin ikki endaliga staðfest, men nærri eini staðfesting slepst neyvan. Umframt at GÍ skal vinna og KÍ tapa, so skulu gøtumenn vinna 13 mál inn á kappingarneytarnar í botninum, og hóast møguleikin á pappírinum sjálvsagt skal roynast, so munnu sjálvt teir mest bjartskygdu gøtumenninir nú hava ásannað, at GÍ hevur takkað fyri seg á hesum sinni.
GÍ-NSÍ 3-4 (0-2)
0-1: Sverri Justinussen
0-2: Mortan Hansen
1-2: Anton Skoradal
2-2: Omar Pálsson
2-3: Sverri Justinussen
2-4: Mortan Hansen
3-4: Símun Petur Justinussen