Gøtan byrjar at taka skap

Aftur í ár hava ung í Klaksvík arbeitt við gøtuni út á Borðoyarnesháls

Nú summarið er av, er tiltakið Ung í Arbeiði eisini liðugt í kommununum kring landið.

 

Endamálið við tiltakinum er eitt nú at geva teimum ungu smakkin av, hvussu tað er at arbeiða, samstundis sum hetta gevur teimum nøkur oyru afturfyri.

 

Í Klaksvík hava tey ungu aftur í ár arbeitt við gøtuni út á Borðoyarnesháls. Gøtan er nú komin góðar 700 metrar út og byrjar nú av álvara at taka skap. Hetta er triðja árið, at arbeitt verður við hesi verkætlan í “Ung í Arbeiði”.

 

Tað var Kristian Eli Zachariasen, býráðslimur, sum í februar 2013 kom við uppskotinum um at gera nýggjar og/ella seta í stand nakrar gøtur, og at tiltakið “Ung í Arbeiði” kundi taka sær av hesum undir leiðslu og vegleiðing frá ábyrgdarpersónum í Klaksvíkar kommunu. Mett varð, at kommunan kundi fáa fleiri týðandi fyrimunir við hesum, m.a. at tey ungu í “Ung í Arbeiði” ikki skulu arbeiða í teirri nógvu ferðsluni í býnum, at Klaksvíkar kommuna kann virka sum undangongubýur á heilsu- og trivnaðarøkinum, og eisini at tey ungu fáa nakrar arbeiðsroyndir.

 

Tá ið veðrið ikki hevur verið til vildar, hava tey ungu millum annað gjørt skeltir, har víst verður á, hvussu langt er út á Borðoyarnesháls og niðan á Háls. Hetta eru vælumtókt hjá gongufólki at vitja.