Gøtan skal eita »Laðatrøð« ella »Dalateigar«

Nýggja útstykkingin við Dalavegin í Havn skal hava navn. Gøtunavnanevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur viðgjørt málið og er komin við tveimum uppskotum, sum býráðið skal taka støðu til á býráðsfundi í annaðkvøld.

Fyrra uppskotið er »Laðatrøð« og seinna uppskotið er »Dalateigar«.

Í grundgevingunum sigur gøtunavnanevndin, at »Laðatrøð« er skotið upp, tí at Hans Jacobsen, vanliga nevndur Hans á Lað, hevur átt trøðna.

##med2##

Uppskotið um navnið »Dalateigar« er grundað á, at talan er um eina síðugøtu til Dalaveg, og harumframt er hetta teigalendi.

– Havnarmenn veltu altíð í teigar. Navnið Dalatún er nærindis. Longri uppi eru aðrar síðugøtu, ið hava Dala- til forlið.

Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mæla til at taka støðu til uppskotini hjá gøtunavnanevndini. Mentanarnevndin samtykti á fundi 11. september til at mæla til býráðnum til at samtykkja navnið Laðatrøð.