Gøtan við Toftavatn fingið virðisløn

Í sambandi við Umhvørvisátakið 2012, hevur bygdagøtan, sum Nes-og Runavíkar kommunur hava gjørt í felag millum Svangaskarð á Toftum og Løkin í Runavík, fingið fyrstu virðisløn.

Tað var Petur J. Petersen, vanliga róptur Dakko, sum tók ímóti virðislønini fyri Nes kommunu.

Virðislønin er latin fyri best røktu bygda- og varðagøta 2012.

Grungeving fyri virðislønini er, at gøtan er skynsamt breiðkað nakað og liggur væl í vakra náttúruøkinum. Gøtan er løgd við skervi, og veitir eru grivnar, har tað er neyðugt. Væl virkandi portur eru sett upp, og er eisini innrættað hugnapláss við benkrum og borðum.

Lagt verður aftrat, at í eina partinum, sum kemur inn í bygt økið, og har rørslutarnað lættliga sleppa til, eru snøggir smáir ljóspelar settir upp.

Metingarnevndin heldur tað vera positivt, at kommunur taka seg saman um at dagføra og eisini nýinnrætta gøtur millum bygda og soleiðis eggja fólki at seta bilin og heldur fara til gongu, tá tey skulu ferðast millum bygdir.

Virðislønin, sum Nes-og Runavíkar kommuna hava fingið, er 7.500,00 krónur.

Á myndini, sum Portalurin hevur av heimasíðuni hjá Nes kommunu, stendur Petur J. Petersen (Dakko) í miðjuni við virðislønini.