Góðtekur ikki atfinningar

Forsetin í Hvítarusslandi, Aleksander Lukasjenko, hevur enn einaferð víst, at hann góðtekur ikki at­finningar ímóti sær ella stjórn­ini.
Nú hevur hann biðið dóms­valdið hjálpa sær at steingja skrivstovuna hjá Helsingforsnevndini, ið er tann størsti manna­rætt­inda­felags­skapurin í Hvítarusslandi. Í einum drúgvum skrivi frá løgmálaráðnum stendur, at felagsskapurin er farin út um tær heimildir, sum hann hevur fingið frá myndugleikunum, og at hann eisini hevur brotið fleiri lógir.
 Stjórnin roynir at steðga tí seinasta lógliga manna­rættinda­felags­skap­in­um í landinum. Vit hava stalinistiskar tíðir í Hvíta­russlandi, tí nú verða fólk ikki einans revsað fyri sínar gerðir, men eisini fyri sínar tankar, sigur Tatjana Protko í Hel­singforsnevndini við vesturlendskar tíðinda­stovur.