Stórabretland fer ikki at góðtaka eina longda freist fyri Brexit eina ferð aftrat.
Tað eru boðini, ið Boris Johnson forsætisráðharri fer at geva Jean-Claude Juncker, forseta fyri Evropakommissiónini, tá teir báðir hittast til fundar um middagsleitið í dag.
Sambært stjórnarkeldum hjá BBC, vil Boris Johson gera ES greitt, at stjórnin er ikki sinnað at góðtaka fleiri útsetingar, tí at hetta hevur bert við sær meira spjaðing og fleiri ósemjur, og at hetta eisini kostar samfelagnum ov nógv.
Keldan hjá BBC leggur aftrat, at Boris Johnson fer at siga, at hóast Stórabretland framvegis ynskir at fáa eina avtalu upp á pláss, so ætlar Stórabretland sær framvegis at taka seg úr ES 31. oktober, um tað ikki er komið á mál við einari avtalu.
Nógv rok hevur verið í bretska tinginum seinastu vikurnar, og andstøðan fekk í síðstu viku samtykt lóggávu, ið noyðir forsætisráðharran at biðja um nýggja Brexit freist, um ikki avtala er fingin í lag við ES áðrenn 19. oktober.
Sostatt hevur stjórnin um ein mánaða at fáa eina avtalu upp á pláss.
Andstøðan sigur, eitt Brexit uttan avtalu, eitt No-deal Brexit, er alt ov vandamikið, og at avleiðingarnar av tí eru alt ov ógvisligar.
Hinvegin vil stjórnin vera við, at talan er bert um eina roynd at kollrenna Brexit tilgongdina hjá stjórnini, og at tað er ógjørligt at samráðast við ES, um ES frammanundan veit, at Stórabretland kann ikki taka seg úr felagsskapinum uttan avtalu.
Fundurin millum Johnson og Juncker verður í Luxemburg í dag, og hetta er fyrstu ferð at teir báðir hittast síðan, Boris Johnson gjørdist forsætisráðharri í juli mánaði.