Góðtekur talið hjá landsstýrismanninum

? Velur Finnbogi Arge, landsstýrismaður, at góðtaka tilmælið hjá Býráðnum um og hækka kvotuna á skeinkiloyvum í Suðurstreymi, verður málið viðgjørt eftir vanligu reglunum í lógini, sigur Rúni Joensen, løgmansfulltrúi og formaður í loyvisnevndini

Loyvisnevndin hevur ikki, sum áður upplýst í Sosialinum, til uppgávu at áseta talið á skeinkiloyvum í Havn.

Landsstýrismaðurin tekur støðu til málið, og letur tað til loyvisnevndina at arbeiða víðari við.

? Loyvisnevndin hevur ikki heimild til at áseta talið á skeinkiloyvum, men arbeiðir eftir tilráðingini frá landsstýrismanninum í vinnumálum, sigur Rúni Joensen.

? Verður kvotan hækkað, er mannagongdin, at matstovueigarar skulu senda umsókn um at fáa skeinkiloyvi til loyvisnevndina, og so verður hon viðgjørd eftir vanligu reglunum í lógini.



Drúgv viðgerð áðrenn loyvi verða latin

Loyvisnevndin útflýggjar umsóknarblað, sum er ógvuliga umfatandi viðvíkjandi treytum o.ø. í sambandi við loyvið.

Tað er tó ikki løtuverk at fáa slíkt loyvi. Fleiri myndugleikar skulu geva sítt tilmæli, áðrenn farið verður undir at kanna umstøðurnar hjá umsøkjararunum.

Eitt nú fyrireikar løgreglan málið, harnæst seta Brunaumsjónin og Heilsufrøðiliga starvsstovan síni krøv til útskeinkingarstaðið.

Síðani skal persónurin, sum søkir um skeinkiloyvi kannast, eitt nú um viðkomandi er fíggjarliga førur fyri at fara undir matstovuvirksemi, og um hann hevur reina revsiváttan.

Um nú landsstýrismaðurin ásetur talið av skeinkiloyvum í hesi viku, er tað hugsandi at fleiri skeinkiloyvi verða latin áðrenn ólavsøku?

? Nei, tað hugsi eg ikki. Slíkt arbeiði tekur drúgva tíð, og hóast talásetingin verður gjørd nú, so verður einki loyvi latið fyribils.

Loyvisnevndin er í summarfrí, og harnæst arbeiðir nevndin ógvuliga seint, av tí at fyrireikingararbeiðið er so umfatandi.

? Tí verður einki loyvi latið fyrr enn í fyrsta lagi í septamber mánaða, sigur Rúni Joensen.

Finnbogi Arge, landsstýrismaður, var ikki at hitta í gjár.