Løgtingslimir taka nú rættiliga væl ímóti ætlanini at geva føroyskum sjúklingum, sum hava brúk fyri heilivági við kannabis í. Tað varð greitt, nú Løgtingið enn einaferð hevur viðgjørt eitt uppskot frá Jenisi av Rana um at gera tað lættari hjá føroyskum sjúklingum við ávísum sjúkum, at fáa heilivág við kannabis.
Í hesum sambandi við Jenis av Rana hava løgtingið at samtykkja, at landsstýrið skal syrgja fyri at seta donsku skipanina í gildi í Føroyum. Tað merkir, at eisini kommunulæknar í Føroyum kunnu skriva sjúklingum heilivág við kannabis, akkurát, sum teir skriva sjúklingum allan annan heilivág.
Málið hevur verið til umrøðu fyrr, men hóast løgtingslimir vóru rættiliga positivir, varð tað kortini felt. Men nú skilst á Løgtinginum, at teir eru meiri sinnaðir at vísa vælvildina í verki.
Tá ið málið varð viðgjørt, hendi tað sjáldsama, at samgongan gjørdi av at hava eitt felags framsøgufólk. Tað var Óluva Klettskarð úr Tjóðveldi og hon segði, at hesa ferð fóru tey at vísa málinum vælvild. Og hon væntar eisini, at tey fara at finna eina loysn, soleiðis at endamálið í uppskotinum verður rokkið.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum ivaðist ikki í, at málið verður skjótt avgreitt.
Summir tinglimir vísa á, at heilivágur við kannabis kann hava nógv hjáárin. Men Jenis av Rana staðfesti, at allur heilivágur hevur hjáárin, og onkrir heilivágur hevur álvarslig háárin. Og hann staðfesti eisini, at tekur ein sjúklingur ov nógv av einum heilivági, er tað heilsuskaðiligt, sama hvønn heilivág, talan er um, so tað er ikki bara galdandi fyri kannabis.
Hann vísir eisini á, at kommunulæknarnir eru teir læknarnir, sum hava mest við heilivág at gera í dagliga arbeiðnum, so á hasum øki eru teir størri serfrøðingar enn serlæknarnir í ávísum sjúkum eru.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkinum, sum atkvøddi ímóti uppskotinum seinast, sigur nú, at hann vil gera alt fyri at geva hesum sjúklingum ein linna og hann heldur, at fáa eina góða loysn, og at tað kann vera royndarskipanin, sum er í Danmark.
Sonja Jógvansdóttir, sum eisini atkvøddu ímóti uppskotinum seinast, sigur at hennara sannføring er, at sjúklingar eiga at fáa tann heilivág, sum hjálpir, og hon heldur, at nú eru royndirnar við kannabis so mikið góðar, at tað er eingin orsøk til at noka føroyskum sjúklingum sama heilivág við kannabis, sum sjúklingar í Danmark, og øðrum londum, hava.