Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur jólini inn

Jólakonsertin verður 22 desember klokkan 19.30 í Gøtu kirkju

Komandi sunnukvøld 22/12, verður einasta høvið í ár at hoyra samlaðu jólaskránna hjá Gøtu Kirkju Ungdómskóri.

 

Skráin er fjølbroytt, við klassiskum og nýklassiskum jólaløgum-/verkum, men tað er vert at framhevja Italienska tónaskaldið Giovanni Gabrieli, ið livdi frá 1554-1612. Hansara verk hava ikki verið ofta framførd í Føroyum áður, men í ár framførir kórið eitt av hansara sonevndu 'meistaraverkum', nevniliga Jubilate Deo í fullari útgávu (tað finnast minst tríggjar styttri), ið er skrivað fyri dupultkór, har kórið verður deilt upp í 2 sjálvstøðug kór.

 

- Vert er eisini at minna á, at kirkjan plagar at vera stúgvandi full, so set 22.des. kl. 19.30 av í kalendaranum og møt tíðliga, um rætta plássið skal fáast, siga fyrireikararnir.

Kórið hevur vant nógv til konsertina og verður sum altíð, sera væl fyrireikað til at geva áhoyrarunum best møguligu jólakonsertina.

Umframt kórið hava nakrir tónleikarar ein leiklut saman við kórinum, hesir eru: Rúni og Jóhann Hentze á Trompet, Jóhanna Johannesen á orgul og klaver, Frida Hammer á klaver.

Kórleiðari og organistur verður Símun Hammer.