Í Gøtu tosa tey um 1987

FM kandidatarnir í Runavík fara í dag inn um Gøtueið.

Tað plagar at vera tætt og spennandi millum grannaliðini, og soleiðis verður tað ivaleyst eisini í dag.

Í NSÍ kenna teir GÍ konseptið, men teir kvíga ikki fyri, at teir skulu liggja undir fyri kropsligu GÍ styrkini. Tað ræður um at spæla skjótt og at sleppa undan nærdystum, og um talan verður um tættar støður, so er NSÍ væl fyri.

Eyðkent fyri oddaliðið hevur higartil í ár verið fáir skaðar, og so at siga eingi leikbann. Nú eru leikbannini og skaðarnir eisini komin til Runavíkar. Nenad Stankovic var orsaka av skaða ikki við ímóti HB, og vánirnar hava verið lítlar fyri, at Nenad fer at spæla í dag.

Hesa ferð er Hjalgrím Elttør leikbannaður eftir útvísingina ímóti HB. Óli Hansen og Sjúrður Jacobsen hava ikki vant við fullari ferð í vikuni, men teir verða á liðnum í dag.

Í 1987 komu FSF topparnir undan síðsta umfarinum til Runavíkar at handa GÍ FM steypið. Men NSÍ snýtti gøtumenn og vann, og so fór riðilin við tyrlu suður á Sevmýri at handa TB steypið. Tað var stórt vónbrot fyri GÍ.

Nógvir av teimum, sum nú manna liðini hjá NSÍ og GÍ, minnast ikki, hvussu tað gekk fyri seg fyri tjúgu árum síðani. Men millum áskoðararnar komast fleiri við ta ferðina, og teir í GÍ fara at leggja eins nógv fyri í dag, sum NSÍ gjørdi, tá ið GÍ var so tætt FM heitinum. Spurningurin er, um NSÍ í dag fer at vísa gummibeinini, sum GÍ vísti fyri tjúgu árum síðani. Nógvu tær seinastu ferðirnar hevur einki bent á, at tað fer at verða soleiðis.