Fjeppari
At gøtumenn eiga raskastu fjeppararnir yvirhøvur, varð staðfest um vikuskiftið.
Eftir at føroyska fótbóltskappingin var lokin fyri tveimum vikum síðani, varð Svenn Olsen úr Gøtu kosin sum besti fjepparin í fjeppara-teiginum á Dimmalætting, men tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn hann fekk kapping á hesum økinum.
Tað eru nevnliga ikki bara føroyingar, sum atkvøða um, hvør skal fáa heitið sum besti fjepparin. Í Onglandi verður eisini skipað fyri slíkari kapping, og har ræður um at finna besta Premier League fjepparan hvønn mánað.
Kærleiki í 11 ár
Og í oktober mánaði var ein av teimum trimum, sum kundi gerast besti fjepparin ein føroyingur.
25 ára gamli Hans Jacob á Líknargøtu hevur seinastu 11 árini verið púrasta bitin av fótbóltinum í Blackburn.
- Eg veit ikki hví, men tað hendi bara, greiðir gøtumaðurin frá.
- Tað var júst um ta tíðina, tá parabolarnir gjørdust alt meira vanligir, og soleiðis varð eisini gjørligt at síggja dystir úr Premier League. Onkursvegna, so kom eg at hyggja at einum dysti hjá Blackburn, og so var eg seldur. Tað hevur neyvan gingið ein dagur, uttan at eg havi leitað mær vitan um felagið. Á alnetinum er nógv tíð brúkt, bløð eru keypt, og sjálvandi er valla nakar dystur farin framvið, uttan at eg havi sæð hann.
Og hann leggur afturat, at tað so avgjørt ikki bara er í viðráki, at kærleikin til Blackburn hevur blómað.
- Tað árið - í 1994 - gjørdist liðið meistari við monnum sum Shearer, Sutton og Sherwood á liðnum. Men hóast úrslitini ikki eru komin á somu hæddir síðani, so havi eg alla tíðina fylgt liðnum. Eisini í 1999/2000, tá teir spældu eitt ár í næst bestu deildini. Ja, enntá var yviri og hugdi at einum dysti tað árið, eins og eisini havi verið tað fleiri aðrar ferðir, staðfestir hann.
Flutti til dreymin
Men hetta var ikki nóg mikið. Ein veruligur fjeppari tekur ikki til takkar við at sita við skíggjan dyst eftir dyst. Saman við gentuni, Onnu, hevði Hans Jacob eisini tosað um, at tað kundi verið stuttligt at búsestt seg í Blackburn eina tíð.
- Hon helt meg kanska vera svakan, men hinvegin, so setti hon seg á ongan hátt ímóti hesum. Sjálv hevði hon eisini hug til at royna okkurt øðrvísi eina tíð, og spakuliga fóru vit at spara saman til ferðina. Eg royndi eisini at seta meg í samband við tey á Eawood Park, sum er heimavøllurin há Blackburn, men haðani vóru boðini, at tey í løtuni ikki høvdu nakað arbeiði til mín.
- Tað hevði sum so heldur ikki eydnast okkum at finna nakað stað at búgva, men ein dagin gjørdu vit bara upp við okkum sjálvi. Vit søgdu sum so, at »í næstu viku fara vit«, og so fóru vit bara. Uttan nakra sum helst trygd fyri nøkrum.
Vóru eingi, sum talaðu at, tá tit soleiðis bara lupu á blámann?
- Jú. Fólk hildu okkum vera svøk - og tað vóru vit eisini. Men tað eydnaðist so væl hóast alt. Fyrstu vikuna búu vit á einum hotelli, men tað gekk skjótt at finna eina íbúð, og so var bara at flyta inn. Sjálvur fekk eg næstan alt fyri eitt arbeiði á Eawood Park, sum jú er heimavøllurin hjá Blackburn, so tað kundi ikki verið betri. Anna fekk eitt vaskiarbeiði, og eg havi so funnið mær nakað afturat fótbóltinum, sum jú bara er annan hvønn leygardag, so alt í alt eydnaðist hetta bara heilt væl. Nú síggi eg Blackburn spæla hvørja teir hava heimavøll. Eg hitti bæði spælarar og venjarar. Ja, snøgt sagt. So livi eg í løtuni í einum dreymaheimi, staðfestir ungi gøtumaðurin.
Spælararnir ánaðu einki
At tilveran sum fjeppandi tilflytari í Blackburn eisini er nakað heilt serligt, fekst so eisini sjón fyri søgn, tá Hans Jacob brádliga var í uppskoti sum besti fjepparin í Premier League í oktober.
Sjálvur segði hann seg ikki vita av nøkrum, fyrr enn Útvarpið ringdi hann upp fyri trimum vikum síðani.
- Eg visti av, at Anna hevði teknað meg til kappingina, men tað var mest fyri stuttleikar. Hon helt sum so, at tá eg var somikið svakur í fótbólti, so kundi eg tað sama vera í uppskoti sum onkur annar, og hetta flentu vit bara eftir. Hvussu teir so hava fingið tað til, at eg skuldi vera í uppskoti millum teir tríggjar fremstu. Tað dugi eg ikki at skilja. Men eg rokni við, at nógvar atkvður eru falnar í mín lut, eftir at tíðindini bórust í Føroyum. Og lat meg eisini senda eina heilsan og eina tøkk til øll teirra, sum hava atkvøtt fyri mær í hesum.
Hvussu var og ikki, so ringdi telefonin heima hjá Hans Jacob mikudagin. Í hinum endanum var umboð frá Barclay, sum er høvuðsstuðul í Premier Leauge.
- Teir spurdu, um eg var til arbeiðis leygardagin. Og tá eg játtaði, søgdu teir mær, at handanin av virðislønini skuldi fara fram á Eawood Park undan dystinum.
Og fekst tú so nakrar viðmerkingar frá spælarunum, tá teir sóu, hvat gekk fyri seg.
- Nei. Teir vóru akkurát komnir á vøllin, og satt at siga, so mundu teir ikki vita, hvat hetta var fyri nakað. Blackburn er í øllum førum ikki felagið, sum er best kent fyri trúgvar áskoðarar, so hetta er nokk ikki hent áður. Men kanska kann hetta skunda undir í so máta. Og hvør veit, kanska kann hetta eisini fáa føroyingar at stuðla onkrum øðrum feløgum enn Manchester, Liverpool og Chelsea, staðfestir trúgvi Blackburn-fjepparin at enda.
Umframt heitið sum besti fjepparin í oktober, fekk Hans Jacob eisini steyp fyri heiðurin. Á Eawood Park varð hann enntá avmyndaður við Premier League steypinum, men hetta kostar einar 50.000 kr., og tí slapp hann ikki at eiga tað. Men seinni kemur serstakt steyp til fjepparan, sum soleiðis fær sítt navn í ensku fótbóltssøguna.