AB hevur gjørt avtalu við 21 ára gamla Hanus Jacobsen úr Gøtu. Hanus hevur seinnu árini spælt við fremsta liðnum hjá GÍ, men hann skiftir nú til AB at spæla. Hanus er vinstrabeintur spælari, og hann hevur spælt nógv í vinstru síðu á miðvøllinum. Eitt av minnuligu avrikunum hjá Hanus var í steypafinaluni í fjør, tá ið hann gjørdi hattrick ímóti ÍF. Hanus er triði spælarin, sum GÍ missir. Frammanundan eru Gunnar Nielsen og Kaj Ennigarð farnir til KÍ.