Eitt nýtt skip er á veg í flotan fyri 40 ára gamla Saksaberg. Talan er um 10 ára gamla Norderveg, ið verður keyptur fyri umleið 90 milliónir krónur.
- Vit eru ikki komin heilt á mál, men rokna við at fáa skipið hendavegin um páskirnar, sigur Jákup Jacobsen, stjóri í P/F Varðanum í Gøtu.
Nýggja skipið er til aldurs sum Finnur Fríði, er 64 metrar langt, 13 metrar breitt og lastar umleið 1500 tons. Hartil hevur skipið góða køliskipan, upplýsir Jákup Jacobsen. Skipið fer ætlandi at landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri.
Umboð fyri P/F Varðan hava verið í Norra og hugt eftir skipinum, og tey lata væl at. Tó skal Norderveg takast upp á beding og botnurin sýnast, áðrenn keypssáttmáli verður undirskrivaður.
- Skipið kemur at kosta okkum umleið 90 milliónir krónur, váttar Jákup Jacobsen.
Norderveg, ið sum nevnt kemur í flotan fyri gamla Saksaberg, skal vera við til at fiska tær kvotur av uppsjóvarfiski, ið reiðaríið í Gøtu vanliga fær tillutað.
12 til 14 mans vera við skipinum hvønn túrin.
Fyrradagin skrivaði Norðlýsið, at reiðaríið Christian í Grótinum í Klaksvík eisini hevur keypt nýggjari skip fyri gamla Christian í Grótinum. Í teirra føri er talan um 10 ára gamla framleiðsluskipið Kvannøy, sum sambært Norðlýsinum kemur á Klaksvík hálvan mars.