Gøtumenn eru fantastiskir

Meistaraliðum líkt gongst tað ikki so væl við fólkinum hjá VB í ár, sum tað gekk, tá teir vunnu meistaraskapin


 

Samanum


Full ferð er komin á fótbóltin heima á landi. Fjórða umfarið í landskappingini varð spælt sunnudagin. Hósdagin í hesi vikuni koma seinnu hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið fyri, og sunnudagin verður fimta umfarið í landskappingini. Áðrenn vit koma so langt fer Allan Simonsen at boða frá, hvørjar átjan hann vil hava at umboða Føroyar ímóti Sveis og Jugoslavia, og í hvussu so er í tí sambandinum fæst at vita, um Todi Jónsson verður tøkur á landsliðnum.

Fjórða umfarið í landskappingini var søguligt á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin, at EB/Streymur fekk stig á útivølli í bestu deildini. Teir vunu 3?1 í Miðvági. Saman við B68 vóru teir í Sundalagnum undan hesum umfarinum teir einastu, sum ikki høvdu vunnið í ár. B68 vann á B71, og tað vil siga, at nú hava øll tíggju liðini roynt at vinna í ár.


Oddaliðið

Gongdin hesi fyrstu umførini bendir á, at tað skjótt fer at verða neyðugt at grava allar yvirskriftirnar, sum vórðu brúktar í tíðarskeiðnum 1993?1996 framaftur. Tá GÍ hetta tíðarskeiðið var á tindinum, varð aftur og aftur tosað um góða flogið hjá skurðunum og so víðari.

B36 hevði ikki roynt at tapa, tá teir komu í Sarpigerði. Nú eru tað bara gøtumenn, sum ikki hava tapt. Teir hava spælt ímóti KÍ og HB á útivølli, og teir hava havt vitjan av EB/Streymi og B36. Merkisvert er tað, at GÍ hevur staðið seg so væl so tíðliga á árinum. Fleiri av árunum, tá teir vunnu FM, hilnaðist tað illa fyrstu umførini, meðan teir stóðu seg væl betur enn hini feløgini, sum tað leið út á heystið.

Johan Nielsen er royndasti føroyski venjarin. Hann kennir allar spælararnar í føroyskum fótbólti út og inn, eingin megnar taktiska spælið betri enn hann, og GÍ liðið er framúr væl skipað.

Tað hevur verið eyðsýnt higartil, at Gøtu liðið hevur verið borið til sigrarnar í góðum felagsskapi, og at einstøku spælararnir samstundis rættuliga hava spælt væl. Sámal Joensen og Helgi L. Petersen eru betri fyri, enn teir nakrantíð hava verið, Magni Jarnskor hevur framvegis stóra spæligleði, Henning Jarnskor hevur rættuliga funnið stevið aftur eftir eitt skulu vit kalla tað millumár, Pól Henning Jacobsen og Hans Pauli Petersen hava bitið seg fastar og spæla við alt størri sjálvsáliti, miðverjan er krútsterk, málverjin hevur ikki nógv at gera, og stendur seg væl, og so er Óli Hansen nú farin at skora mál so at siga hvørja ferð ? akkurát sum hann gjørdi, áðrenn hann flutti úr NSÍ og til GÍ.

Gøtumenn siga sjálvir, at hópurin ikki er nóg breiður, men tað er merkisvert, at tveir av innskiftu monnunum stóðu seg væl og vóru meistarar fyri einum av málunum.

Sunnudagin skal GÍ til Vágs, so skulu teir til Runavíkar, áðrenn B68 kemur til Gøtu. Um GÍ heldur fram, sum teir hava gjørt, so verða teir torførir at taka. Men kappingarárið er framvegis langt, og ivaleyst hava gøtumenn rætt, tá teir siga, at hjá teimum kennist smeiturin dyggari enn hjá fleiri øðrum, sum vilja vera við í FM kappingini, tá leikbann og skaðar fara at koma fyri.


Meistararnir

Vágbingar taptu ongantíð í fjør tveir dystir upp í slag. Tað hava teir longu nú roynt í hesum ár. Tað er altíð torført at verja meistaraheitið, hjá VB hava lyklaspælarar verið plágaðir av skaðum, og tað hevur kenst sum dyggur smeitur. At spæla uttan pólversku álopsspælararnar í Gundadali ímóti HB var ov stórur biti.

Nú fer tað nógv at ráða um hugburðin hjá vágbingum. Avbjóðingin hjá teimum verður ivaleysta stór komandi sunnudag. GÍ kemur suður, og um VB tapir fyri triðju ferð á rað, so verður tað ikki langt til støðuna, sum klaksvíkingar vóru í stóran part av kappingarárinum í fjør. Men tað ber væl til at ímynda sær, at vágbingar fara at reisa seg.


Tey tungu

KÍ og HB hava altíð verið í bestu deildini, og tey seinnu árini hava teir í B36 aftur verið drúgvir. Klaksvíkingar hava í ár miðvíst undirspælt sín leiklut, men nú tykist gongd at vera komin á. Í fjør lá vánaliga byrjanin sum tungur skuggi yvir teimum alt kappingarárið. Fyrstu umførini í ár var úrtøkan null, men eftir at teir hava fingið jugoslaviska álopsmannin hevur gingið undan, og teir mugu roknast sum favorittar bæði á Sandi komandi sunnudag (sjálvt um teir skulu spæla steypadyst hósdagin) og á norðoyarstevnu, tá EB/Streymur kemur til Klaksvíkar.

B36 tapti fyri fyrstu ferð í ár. Tað kemur sjálvandi illa við hjá teimum, tá fleiri av landsliðsspælarunum sita uttanfyri, men samstundis man tað vera hugaligt hjá teimum at síggja fleiri av ungu monnunum, sum eru uppvaksnir í felagnum, gerast alt meiri sentralir á liðnum. Hósdagin kunnu teir í seinnu hálvfinluni ímóti HB so at siga eftir sniðgøtu koma heilt tætt at atgongumerki til altjóða fótbólt.

HB megnaði ikki rættuliga at fáa vágbingar niður í sekkin, men teir fótaðu sær eftir vónbrotið ímóti GÍ. Sunnudagin skulu teir spæla í Runavík. Tað verður torført, tí eftir ósigurin í Klaksvík eru teir í NSÍ svangir.


Tey ivasomu

NSÍ hevur ætlað sær at vera við í toppinum í ár. Men higartil hevur tað ikki gingið, sum teir høvdu viljað. Sigurin mikukvøldið í Miðvági er tann einasti í fýra dystum. Teir hava bara tapt ta einu ferðina ? í Klaksvík ? men tað kostar nógv at spæla javnt.

Tað tykist vera fongur í nýggja skotanum, men tað er rættuliga stórur smeitur, at Jens Martin Knudsen ikki verður tøkur hósdagin í steypadystinum ímóti KÍ. Um NSÍ skal finna ein royndan 1. liðs málverja, so mugu teir fáa Trygva Mortensen, sum í fjør og í fyrraárið vandi besta liðið, fara í mál. Mortan Hansen, sum onkuntíð var neyðloysn, er nú í B68 álopinum. Eitt hugskot hevði kanska verið Abraham Løkin, sum onkuntíð hevur verið málverji, ella kanska Petur Mohr, núverandi venjarin, sum í sínum ungdómsdøgum plagdi at vera málverji.

Hvussu tað stendur til hjá B68 er framvegis ilt at siga. Teir gjørdu sína skyldu og vunnu ímóti B71, men avrikið var ikki støðugt og harvið sannførandi. Sunnudagin verða teir favorittar á Mølini, og annan sunnudag, tá teir fáa vitjan av B36 fæst at síggja, um tað eru knotur í teimum.


Botnstríðið

FS Vágar var ikki leingi í barónaseingini. Eins søtur, sum sigurin á Sandi smakkaði, so beiskt var tapið á heimavølli ímóti EB/Streymi. Vágaliðið má finna seg í, at í løtuni eru teir besta boðið upp á aftasta plássið.

B71 tapti á Toftum, men í løtum sást, at har eru nógvir spælarar við góðum hegni, og ikki minst hevur tað týdning, at Kári Nielsen er komin afturíaftur.

EB/Streymur fekk luft undir veingirnar, og tað krevja teir at hava komandi vikurnar. Eftir B68 vitjanina skulu teir á norðoyarstevnu, áðrenn HB kemur norður á Mølina, og so skulu teir til Vágs.