Gøtumenn eru klárir

Fótbóltur: Í fyrstu atløgu snýr tað seg um silvurið, men teir ætla sær gullið, um KÍ snávar

Eingin ivi er um, hvat fer at hava størsta áhugan, tá GÍ seinnapartin í dag tekur ímóti B68. Í hvussu so er hjá viðhalsfólkunum hjá heimaliðnum fer nógv at snúgva seg um útvarpslurtið og gongdina, tá ÍF, sum GÍ flongdi síðsta sunnudag, fer at royna seg í Klaksvík:

? Fyri okkum snýr tað seg um at vinna móti B68, og tað eiga vit at gera, um vit spæla upp til tað, sum vit ofta hava víst í ár. Og so verður spurningurin, um tað verður gull ella silvur. ÍF má fáa stig í Klaksvík, um vit skulu vinna FM, men um vit skulu meta út frá avrikinum hjá teimum seinast, so bendir olítið á, at tað fer at eydnast hjá teimum.

Hetta sigur Magni Jarnskor, liðformaðurin hjá GÍ, sum kortini sær onkra vón fyri gullinum í dag:

? Klaksvíkingar hava verið drúgvir, men teir hava ikki vunnið stórar sigrar í ár. Síðst vunnu teir bara 2?1 á heimavølli. Tá var Sumba mótstøðuliðið, og tá KÍ fyrr í summar var í Fuglafirði vunnu teir 1?0, so alt kann henda, vísir GÍ maðurin á, og hagtølini geva honum rætt í, at tað bara var í fyrsta dystinum í ár ? á heimavølli móti KÍ ? at KÍ hevur vunnið stórt. GÍ hevur eina ferð so at siga søplað FM heitið burtur í síðsta umfarinum. Tað var í 1987, tá teir høvdu vunnið FM, um teir høvdu vunnið í Runavík, men teir kiskaðu. HB kiksaði í Klaksvík, og so tók TB av og vann FM heitið.


Alt fólkið tókt

Hjá GÍ eru allir spælararnir tøkir aftur. Sunvard Joensen hevur vant alla vikuna, og hann verður í málinum, og úti á vøllinum eru Bartal Eliasen, Súni Olsen, Magni Jarnskor, Sámal Joensen og Rúni Justinussen tøkir aftur, eftir at teir vóru leibannaðir í Fuglafirði.

Toftamenn hava ikki fingið tað burturúr, sum teir høvdu roknað við. Tá vit frættu seinast, var ikki gjørt av, um Bjørn Krog skal vera venjari aftur komandi ár, men tað tykist greitt, at ikki allir brasiliumenninir koma aftur til Toftir.

Marlon er leibannaður, og Marselo er ivasamur, tí hann hevur leingi verið plágaður av vøddaskaða í búkinum.