Gøtumenn fram í oddin

Tað tykist verða ólíka hugaligari at vera GÍ-fjeppari í ár, enn tað var í fjør. Ikki minst, tí eyðkendi stríðsviljin hjá felagnum nú er funnin aftur

Fótbóltur

Fram um nakað, so man stríðsviljin vera tað, sum hevur borið GÍ fram móti hæddunum, sum liðið hevur upplivað so stóran part av tíðini, sum teir hava verið í fremstu røð í føroyskum fótbólti.
Nú skal ikki sigast, at eingin stríðsvilji var til á liðnum í fjør, men tað tóktist, sum restaði eyðkendi villskapurin til tíðir í spælinum. Ein villskap, sum felagið vónaði at finna aftur, tá Petur Mohr varð settur sum venjari.

Stríddust allan vegin
Og eftir fyrstu dystunum at døma, so kann illa sigast annað enn, at venjarain so ruddiliga hevur rokkið hesum partinum av setninginum.
Hóast HB við einum brotssparksmáli fekk eina dreymabyrjan upp á dystin, so tóktist hetta als ikki at nerta heimaliðið. Teir hildu á at spæla við fullari ferð, og tað var eyðsæð, at tað hóvaði ikki lætta HB-miðvøllinum serliga væl, at spælt var somikði nógv við kroppinum.
Hetta tóktist stressa HB-liðið væl meira, enn gott var, og kanska var hetta eisini viðvirkandi til, at málgevandi mistøk vórðu framd á liðnum. Fyrru ferðina slapp GÍ dekan ov lætt upp í høgru síðu, og tá bólturin varð sendir innfyri, kundi Hans Jørgin Djurhuus seta í kassan. Seinnu ferðina, tá frísparksinnlegg frá Magna Jarnskor slapp at ferðast beina leið í málið. Eitt mál, sum málverjin ivaleyst má taka á sín kappa.

Dramatikkur
Umframt málini, so var eisini undirhald í kortspæli í Sarpisgerði. Gøtumenn vóru alt annað enn nøgdir, tá Sámal Joensen varð rikin av vøllin. Hetta fyri hevnisøku, sum Sámal tó als ikki kendi seg sum part av.
Fólksliga yvirtalið nýtti HB til at javna um støðuna, tá Johan Ejvind R. Mouritsen fluktaði teir upp á 2-2, men dómarin var ikki liðugur við kortspælið. Janus Joensen, sum fekk gult kort, tá Sámal varð útvístur, fekk sítt seinna gula kort, og so var tað GÍ, sum kundi gera sær dælt av óskipaða mótstøðuliðnum. Hesa ferð var Kaj Ennigarð hægstur eftir fríspark frá Magna, og ta leiðsluna megnaði GÍ at halda fast um. Um teir so eisini megna at halda fast um góðu støðuna á talvuni, er eitt annað mál. Men alt annað líka, so man tað vera ólíka hugaligari at vera GÍ'ari í dag, enn tað var eftir fyrstu umførini av kappingini í fjør.