Gøtumenn fyri triðju ferð á Balkan-hálvoynnað

Gøtumenn hava ikki bestu royndirnar ímóti liðum frá fyrrverandi Jugoslavia

Verður hugt at, hvussu GÍ plagar at standa seg á útivølli í evropeisku kappingunum, so sæst tððuligt, at gøtumenn hava verið stinnastir ímóti norðurlendsku liðum.

Tríggjir ferðir hevur verið spælt ímóti norðurlendskum liðum. Hetta var í 1994, 1996 og 2000, tá mótstøðuliðini ávikavist vóru Trelleborg, FC Jazz og IFK Norrkøping, og hvørja ferð eydnaðist gøtumonnum at fáa mál, og bert tí einu ferðina varð tapt við meir enn við einum málið

Verri hevur staði til, tá Gí hevur møtt liðum av Balkan-hálvoynni. GÍ hevur spælt ímóti bosninska liðnum NK Jedinstvo og jugoslaviska liðnum FC Obilic, og hevur tapt ávikavist 3-0 og 4-0.

Ein einfald orsøk til gøtumenn klára seg verri ímóti feløgum av Balkan er, at liðini úr fyrrverandi Jugoslavia vanliga eru sterkari enn norðurlendsku liðini, og umframt styrkismunin, so mugu veðurviðskiftini nevnast, tí nógvi hitin í suðurevropa, kann ofta tykast møtimikil hjá føroysku feløgnum.

GÍ skal í kvøld fyri triðju ferð tørna út ímóti einum liði úr fyrrverandi Jugoslavia, og tá verður spennandi at fylgja við, um skurðarnir megna eitt betri úrslit enn undanfarnu ferðirnar.