Gøtumenn hava nú keypt farmaskip

Í hesum døgum eru gøtumenn í útlondum eftir einum farmaskipi, teir hava keypt. Skipið kemur til Føroyar eftir páskir

Um stutta tíð kemur eitt nýtt farmaskip í føroyska flotan.

Tað er smápartafelagið Heri Thomsen í Norðagøtu, sum nú sær so ljóst uppá framtíðina, at tær hætta sær undir at gera íløgur í eitt farmaskip.

Talan er um tað 28 ára gamla farmaskipið Lancresse, sum teir hava keypt av Guernsey í Ermasundi.

Báturin varð bygdur í 1971 til eitt danskt felag, men fyri einum ári síðani varð hann seldur einum felag í Guernsey. Undir donskum flaggi nevndist hann Jenstar.

Nú hann er keyptur til Føroyar, hava teir, sum rættir gøtumenn, sjálvandi nevnt hann Skurin.

Seks mans verða knýttur at Skuranum, men tað verða bara fýra mans við hvørja ferð.

Skipari verður William Max Hansen av Eiði.

Teir eru í løtuni niðri eftir Skuranum, men eru beint nú á veg til Póllands við honum, har ymsar umvælingar skulu gerast.

M.a. skal blásari setast umborð til at blása skipið tomt við, tá ið lastin er í leysum. Skurin skal eisini sandblásast og hava bógskrúvu

Tórhallur Thomsen sigur, at Skurin er 50 metrar langur, 8,30 metrar breiður og hann lastar 700 tons í deyðari vekt og hann siglir 10,5 fjórðingar um tíman.

Hann er nýklassaður og í góðum standi.

Av kappingarávum vil hann ikki siga, hvussu nógv teir hava keypt skipið fyri.


Sigla við fóðuri

Tórhallur Thomsen leggur dent á, at ætlanin við hesum skipinum er ikki at taka kappingina upp við teir, sum longu sigla við farmi uppá Føroyar.

Skurin skal brúkast til at føra alifóður úr Noregi til Føroyar.

? Og vit fara ikki at taka annan farm, leggur hann afturat.

? Hetta verður eitt serbygt skip til eina ávísa uppgávu.

Heri Thomsen í Gøtu eru annars mest kendur fyri at koyra bil.

M.a. hava teir seinastu 10 árini koyrt alt alifóðurið, runt til føroyskar alarar sum EWOS flytir inn úr Noregi.

? Men vit meta gongdina í alivinnuni soleiðis, at tað verður neyðugt við einum skipi fyri at koma runt til alararnar, sigur Tórhallur Thomsen.

? Alingin er í stórari menning.

? Og alibrúkini verða størri og størri.

? Samstundis verða tey flutt longur og longur út á sjógv.

? Tvs, at tað er ikki koyrandi til nógv alibrúk longur.

? So fyri eisini at kunna veita viðskiftafólki okkum eina nøktandi tænastu framyvir, halda vit, at tað er neyðugt at útvega okkum eitt skip, sum vit kunnu flyta fóðuri við úr Noregi til Føroyar og sigla tað runt beinleiðis til alibrúkini.

Tað verður ov dýrt upp á seg at sigla út til alibrúkini við smábátum við nøkrum fáum sekkjum ísenn.

Tí hava teir keypt eitt stórt skip til endamálið.

Báturin verður serliga útgjørdur til at fylla á flakar, m.a. skal hann hava blásarar til at blása leysafóður úr lastini

Ætlanin er at gera ein túr til Noregs um vikuna, ella knapt tað.

Men av tí at alifóður er so lætt, tekur báturin ikki meiri enn 450 tons av fóðuri.

Tórhallur Tohmsen sigur, at teir eru væntandi til Føroyar við Skuranum beint eftir páskir.