Gøtumenn komu á talvuna

Jónreid Dalheim skoraðí fyri fyrstu ferð í landskappingini, og vágbingar noyddust enn eina ferð at staðfesta, at tað er trupult hjá teimum á heimavølli ímóti Eysturoynni

Fótbóltur

Vágbingar hava tað trupult á heimavølli ímóti feløgunum úr Eysturoynni. Tað varð enn eina ferð staðfest sunnudagin. Í fyrsta umfarinum var ÍF í Vági, og tá fingu teir - á sama hátt sum teir gjørdu í steypakappingini - við 1-0 sigri fulla úrtøku.
Sunnudagin var GÍ í Vági, og teir fingu fulla úrtøku. Ímillum vitjanina av fuglfirðingium og gøtumonnum høvdu vágbingar roynt seg ímóti bæði klaksvíkingum og havnarmonnum, og báðu ferðirnar fingu teir væl burturúr. 1-1 í Klaksvík og 1-0 sigur og harvið full úrtøka ímóti trífaldu meistarunum.
Líkindini vóru einki serlig. Ivasamt var, um tað yvirhøvur bar til at spæla. Tað vóru teir ógvuliga ivasamir um sunnumorgunin, men eftir døgurða tóku teir avgerð um, at dómarabólkurin og gøtumenn skuldu ikki fara norður um aftur í øllum rullinum, uttan at teir høvdu roynt seg á vøllinum.
Gøtumenn høvdu nógva vindin undan í 1. hálvleiki. Tað bar illa til at fáa skipað fótbóltsspæl í lag, men báðir partar royndu. Bólturin var fyri tað mesta á tí partinum av vøllinum, sum vágbingar vardu, og onkrar vandamiklar støður stóðust í VB brotsteiginum.
Tá ið fyrra umfarið var knappliga hálvrunnið, fekk GÍ málið, sum í síðsta enda vísti seg at hava virði av trimum stigum. Einsamalla málið skoraði miðvallarin í høgru, Jónreid Dalheim, sum fyri tað mesta plagar at vera á beinkinum, men sum hesa ferð hevði fingið møguleikan millum teir fyrstu ellivu. Hetta var fyrsta málið hjá Jónreid í landskappingini.
Málið stóðst eftir uppspæl í vinstru og innlegg. VB verjan royndi at beina bóltinum burtur, men teir vóru so óhepnir, at teir løgdu hann eitt sindur út um brotsteigin og mitt fyri, har bæði Sámal Joensen, sum aftur hesa ferð var annar av álopsspælarunum, og Jónreid Dalheim vóru púra blankir. Jónreid takkaði fyri tilboðið og sendi bóltin í málið dygst úti við stólpan.

Ferðin ikki stór
Eftir steðgin hevðí heimaliðið vindin undan. VB hevði bóltin nógv meiri, enn gestirnir høvdu, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál.
Næst við at javna var fyrrverandi GÍ spælarin, Símun Samuelsen. Miðvallarin í vinstru hjá VB sendi bóltin í tvørtræið aftanfyri Hall Hansen.
VB hevði fleiri aðrar royndir, men tað var sjáldan, at GÍ maðurin noyddist at strekkja seg. Heldur var tað soleiðis, at vágbingarnir vóru óneyvir og sendu uppum og framvið málinum.
Tá ið VB fyri tveimum vikum síðani var í Klaksvík, illneitaðust klaksvíkingar um, at VB í 2. hálvleiki dugdi so væl at taka tað heilt róligt, tá ið teir skuldu avgreiða deyðbóltsstøður. Tá var ferðin lítil, tað gagnaði gestunum mest, og teir á heimaliðnum skúmaðu, so tað gekk út yvir teir sjálvar.
Júst soleiðis var tað í Vági sunnudagin. Men hesa ferð var tað GÍ, sum í 2. hálvleiki nýtti gomlu og væl kendu uppskriftina á útivølli. GÍ málverjin, Hallur Hansen, sá gult fyri at draga tíðina út, og vágbingar vóru ørkymlaðir, so tað kanska gekk út yvir teirra egna avrik.
Sum 2. hálvleikur leið flutti VB fólkið longri fram á vøllin, og gøtumenn løgdu størri dent á verjupartin. Súni Olsen var einsamallur á toppinum, og tað kundi tókst sum um, at eitt mál fór at koma, men VB megnaði ikki at bróta ígjøgnum, og so vóru gøtumenn nøgdir við tepra og sera týdningarmikla sigurin.