ítróttur, fókafundur, undirhald og dansur verða eins og vanligt høvuðstiltøkini á bygdastevnuni í Gøtu í ár. Stevnan verður sett leygardagin klokkan hálvgum trý, og er tað Petur Páll Mikkelsen, ið setur stenvuna.
Men eins og gjørt verður á flestu øðrum summarstevnum í landinum, verður tjóvstartað. Tey fyrstu tiltøkini á stevnuni byrja nevniliga fríggjakvøldið. Klokkan 18 fríggjakvøldið verður nevniliga byrjað við fótbóltsdysti millum dreingjaliðini hjá GÍ og KÍ. Klokkan 19 opnar tivoli á Oyruni, og klokkan hálvgum átta verður aftur fótbóltsdystur. Tá fer annað lið hjá GÍ at leika móti tiltikna fyrsta liðnum hjá ÍF frá 1979.
Longu klokkan níggju leygarmorgunin verður aftur fótbóltur á skránni. Tá spæla fleiri av teimum yngru liðunum móti LÍF og B68. Hesir dystir halda á, heilt til stevnan verður sett.
Nógv undirhald
Leygardagin verður vanliga váttliga undirhaldið á bryggjuni í Norðagøtu. Leygarkvøldið er fólkafundur á skránni, har Jógvan á Lakjuni fer at bera fram røðu. Á fólkafundinum verða eisini tónleikur, felagssangur og fýrverk á skránni.
Eftir fólkafundin verður dansur í Ítróttar- og Samkomuhøllini á Kambsdali, har Kjølar spæla. Í dansinum verður ein mótasýning, har handlar fara at sýna fram tað nýggjasta nýggja, og eisini fara nøkur vøkur sprund at undirhalda.
Úr Gøtu verður sagt, at undirhaldið leygardagin og fólkafundurin leygarkvøldið við tíðini eru vorðin fastur táttur á Gøtustevnunum, og verða hesa tiltøkini vanliga væl vitjaði.
Sosialurin ynskir Gøtufólkum og gestum teirra eina góða stevnu.